Løgreglan hevur ikki havt frið eina einastu løtu í nátt

Løgreglan hevur brúkt alla náttina uppp á at sløkkja smáar eldar ímillum fólk

Áki Bertholdsen
29. juli 2024 kl. 09:19

Fyrri partur av ólavsøkuni er farin aftur um - og hetta hevur verið eitt strævið tørn hjá løgregluni.

Løgreglan sigur í morgun, at tey hava koyrt runt í alla somlu nátt, út í eitt, at sløkkja smáar eldar ímillum fólk, sum tey orða seg.

Tað eru fólk, sum eru farin at skeldast, eru farin at skumpast, ella upp á aðrar mátar eru komin til ilnar, og har løgreglan hevur verið noydd at leggja upp í fyri at skilja partarnar sundur, áðrenn tað endaði við slagsmáli.

Tað byrjaði stutt eftir klokkan 22 í gjárkvøldið, tá ið ein ringdi av einum skeinkistaði í Havn at melda, at ein annar hevði hótt hann, tó ikki við vápni men við orðum.

Løgreglan sigur, at partarnir vóru so fullir, at einki fekst burtur úr teimum í gjárkvøldið, so nøvnini eru skrivað upp, so verður tað fylgt upp tá ið ólavsøkan er farin aftur um bak.  

Og annars byrjaðu telefonirnar hjá løgregluni at ringja longu klokkan 23 í gjárkvøldið og síðani ringdu tær út í eitt til nú í morgun, nú fólk eru dovnað aftur.

– Tað hevur verið nógv meiri at gera hesa ólavsøkuna enn seinni, sigur løgreglan. Tey siga eisini, at fyllskapur hevur verið ein felagsnevnari fyri tær uppgávur, tey hava loyst í nátt.  

Hví støðan hevur verið serliga ring í ár, hevur løgreglan onga forkláring upp á. Eingin er kortini handtikin og koyrdur í brummuna.

Men ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning, hann varð tikin eftir at hann hevði borið við ein annan bil. Og eitt fólk fekk bót tí tað vildi ikki siga løgregluna, navn og bústað.