Hetta er vikuskiftið tá ið G festivalurin er í Gøtu og har hava túsundtals fólk verið saman í veitslulag. Men løgreglan sigur, at tað hevur verið serstakliga friðarligt.
Har er nógv ferðsla, so tað er trongligt og í nátt hendi ein lítil samanstoytur, Men ferðin var ikki stór og eingin fólkaskaði var.
Annars hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Tey siga, at einir 100 bilar eru steðgaðir, men har var alt eftir forskriftunum, og allir bilførararnir vóru edrúir.
Løgreglan hevur eisini verið runt inn á sjálvum festivalinum og har møttu tveir tveimum fólkum, sum tey fingu illgruna um, vóru ávirkað av rúsevnum.
Tey vórðu skuldsett fyri brot á lógina um rúsevni og í tí sambandi vórðu tey eisini kannað. Løgreglan sigur, at tey høvdu smáar nøgdir av rúsevnum uppi á sær og tað fáa tey bót fyri.