Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar ymsastaðni á meginlandinum. Nógvir bilar vórðu steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir og allir høvdu koyrikort.
Í Vágum fekk ein bilførari bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi, og í bygdum øki á Skálafjørðinum fingu tríggir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt.
Tveir av teimum koyrdu 73 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 50, so teir fáa eisini klipp í koyrikortið.
Í gjárkvøldið ringdi ein bilførari til løgregluna, tí hann var komin koyrandi eftir Marknagilsvegnum, tá ið eitt lamb leyp í síðuna á bilinum og doyði.
Løgreglan sendi boð eftir aktingarmanninum - men so ringdi bilførarin aftur at boða frá, at talan var kortini ikki um eitt lamb, men um eina haru.