Løgreglan fer nú at eftirmeta støðuna í sambandi við fótbóltsdystin í gjár fyri at vita um ikki okkurt kann gerast betri næstu ferð.
Tað varð nevniliga rættiliga rokaligt í Havn í gjár í sambandi við fótbóltsdystin ímillum HB og Hajduk Split úr Kroatia. Einir 300 áskoðarar vóru komnir úr Kroatia til dystin og teir gjørdu nógv um seg í Havnargøtum.
Sum vit skrivaðu í áðni, varð ein løgreglumaður sligin og ein kroati liggur í brummuni. Men sum heild hildu teir slíkan ólevnað, at teir loyptu ótta á fólk.
Eitt, løgreglan legði merki til, var, at tað vóru rættiliga nógv neyðbluss at síggja á áskoðaraplássinum undir dystinum.
Løgreglan sigur, at ætlanin var at kanna áskoðararnir, sum komu at hyggja at dystinum fyri at vita um tey høvu nakað ólógligt uppi á sær.
Men áskoðararnir trokaðu seg ígjøgnum, teir mest sum lupu á inngongdina, so tað var eingin møguleiki hjá vaktunum at kanna teir. Og tað gjørdi heldur ikki stórvegis mun, at løgreglan kom at hjálpa til og ein løgreglumaður varð sligin tríggjar ferðir í høvdið.
Løgreglan sigur, at kroatisku áskoðararnir hava ikki havt neyðblussini við sær í flúgvaranum, tí slíkt sleppa ferðafólk ikki at hava við. Og tí spyrja tey seg sjálvan um teir kunnu hava verið umborð á bátum, sum liggja í bátahylum í Havn, og stolið neyðbluss.
Tí heitir løgreglan á tey, sum eiga bát, um at kanna eftir um neyðbluss eru horvin.
Løgreglan sigur eisini, at í Føroyum eru vit ikki við fótbóltsdystir, har áskoðararnir eru so harðligir í síni framferð, sum teir kroatisku vóru.
Tí fer løgreglan, og tey, sum annars høvdu við dystin at gera, at seta seg saman at eftirmeta støðuna fyri at vita, hvat kann gerast øðrvísi næstu ferð, ein slíkur dystur verður í Føroyum.
Hendan eftirmetingin verður fyrsta dagin ímeðan dysturin enn er frískur í minninum.