Løgreglan hevur havt nógv at gera í gjár og í nátt. Men tey siga, at hóast talan var um heilt nógvar uppgávur, hevur talan bara verið um smáttarí.
Men felags fyri at kalla allar uppgávurnar, er, at brennivín hevur verið uppi í.
Fólk hava ringt um fúll fólk, sum eru dottin og í tí sambandi hevur ein ávís koyring verið hjá sjúkrabilum, sigur løgreglan.
Annars hava tey hjálpt fullum fólki á føtur, og fólk hava ring um, at tey hava mist fartelefonina vekk. Onkur hevur ringt tí tey høvdu mist onkran annan vekk - og onkur ringdi tí tey vistu ikki, hvar tey vóru. Og onkur ringdu eisini bara tí at tey vóru kedd og vildu hava onkran at tosa við.
Annars hevur løgreglan eisini havt nógv arbeiði at bilum, sum hava staðið so illa parkeraðir, at teir vóru til ampa fyri onnur, eitt nú fyri garasjuhurðar og so framvegis.
Annars gjørdi løgreglan eisini nógv burtur úr at kanna ferðsluna, so tey hava steðgað heilt nógvum bilum, men har var alt sum tað skuldi og allir bilførararnir vóru edrúir.
Vestmanna er ein bygd, har tey hava havt rættiligan ampa av ungum dreingjum, sum koyra runt á prutli, so at fólk ikki fáa náttarfrið.
Og í nátt hevur løgreglan somuleiðis víst seg í Vestmanna, har tey eisini tosaðu við ungar dreingir á prutli.