Løgreglan hevði nógv at gera í nátt

Men næstan alt hevði við full fólk at gera

Áki Bertholdsen
1. september 2024 kl. 10:17

Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga fitt av fólki í býnum í góðveðrinum í nátt. Og á Viðareiði var eisini nógv fólk samla á tónleikafestivalinum, sum har var.

Og løgreglan sigur, at tey hava havt nógv at gera, men talan hevur fyri tað allarmesta verið um smáttarí. Tá meina tey við, at tey hava hjálp fólki, sum vóru so drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.

Tað hendi seg eisini, at fólk komu til ilnar og tá mátti løgreglan leggja upp í fyri at skilja partarnar sundur, áðrenn tað endaði við slagsmáli.

Og fyribils sær tað út til at hava eydnast væl, tí løgreglan hevur ikki fingið nakað mál um harðskap á borðið í nátt.