Løgreglan heitir á kamping-fólk um at hugsa seg um

Tað er javnan, at fólk ringja til løgregluna um kampingvognar og húsbilar

Áki Bertholdsen
5. juni 2024 kl. 14:45

Hesi seinastu árini eru tað heilt nógvir føroyingar, sum hava fingið sær kampingvogn og húsbil, sum tey ferðast runt við. Og nú summarið er við at koma í hæddina, er tað eisini vanligari at síggja hesar kampingvognar og húsbilar kring landið.

Men tað gongur ikki altíð sum eftir ánni, tí løgreglan sigur, at tað er javnan, at fólk ringja at kæra seg um kampingvognar og húsbilar.

Løgreglan sigur, at tað hendur seg meiri enn so, kamping-fólk ikki hugsa seg nóg væl um, hvar tey parkera kampingvognin ella húsbilin.

– Tað hendir seg ikki so sjáldan, at kampingvognar og húsbilar standa til fortreð, tað kann vera á keiøkjum, vinnuøkjum, og aðrastaðni, har teir eru í vegin fyri annað virksemi sum er. Og tí heitir løgreglan á tey um at hugsa seg um, áðrenn tey parkera.

Løgreglan sigur eisini, at tær allarflestu fráboðanirnar snúgva seg um føroyskar kampingvognar og húsbilar, tí útlendingar halda seg meiri til kampingpláss og teir størru vegirnar.