Í hesum døgum er ferðslan munandi minni enn hon plagdi vera, tí at brennievni er uppi nógva staðni orsakað av verkfallið.
Men kortini ger løgreglan framvegis regluligar ferðslukanningar við jøvnum millumbilum, og tað gjørdu tey aftur í gjár.
Í gjár vóru tey Í Runavík, á Glyvrum og í Saltangará og gjørdi ferðslukanningar og í tí sambandi heilsaðu løgreglufólkini upp á átta bilførarar.
Tríggir bilførarar fingu átalu tí at teir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær.
Men so vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Revsingin hevur verið ein bót upp á 1000 krónur. Men nettupp í gjár kom ein nýggj lóg í gildið og nú er revsingin fyri at koyra í hondhildnari fartelefon munandi herd.
Nú fáa bilførarar 1.500 krónur í bót, og eitt klipp í koyrikortið fyri at at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyra bil. Løgreglan sigur, at bilførararnir, sum vórðu tikinir í gjár, verða revsaðir eftir nýggju reglunum og teir eru sostatt teir fyrstu, sum merkja sviðan av, at revsingin er herd.
Somuleiðis fekk ein bilførari bót, tí hann koyrdi framvegis við píkadekkum, hóast tað er ólógligt hesa árstíðina.
Á Gerðisvegi er ein rundkoyring, sum elvir til stóran trupulleikar í ferðsluni við tað, at bilførarar hava lyndi til ikki at geva sær stundir at koyra runt í henni, sum teir skulu.
Løgreglan hevur verið har áður og kanna ferðsluna tí bilførarar hava lyndi til at snara til vinstru og taka tað styttri leiðin, heldur enn at snara til høgru og koyra runt, sum teir skulu.
Tað gevur teimum eina bót og eitt klipp í koyrikortið.