Tað er ikki dagur, at ikki fólk ringja til løgregluna at melda, at tey fáa ikki náttarfrið fyri prutlum sum koyra runt og larma.
Løgreglan sigur, at hetta er ein trupulleiki um alt landið, og ofta er talan um prutl, sum eru bygnaðarbroytt, sum tað eitur. Tey verða bygnaðarbroytt, útborað og tunað, fyri at fáa tey at koyra skjótari enn loyvt er, og tá larma tey ofta nógv verri enn tey eiga.
Løgreglan sigur, at í allarflestu førum er talan um ungar dreingir, sum koyra runt - og tað er heldur ikki óvanligt, at talan er um ungar dreingir, sum ikki hava aldur at koyra prutl.
Og nú ætlar løgreglan sær í hernað ímóti hesum ólevnaðinum. Í fyrsta lagi heitir løgreglan staðiliga á foreldur um at hugsa um, at børnini fáast við seint um kvøldið og um næturnar. Tey heita eisini á foreldur at ansa eftir, at prutl og skutarar hjá børnunum, eru í lógligum standi.
Løgreglan minnir eisini á, at tað er alt annað enn vandaleyst at pilka við prutl og skutarar, so at tey koyra skjótari enn gott.
At koyra 30 og detta, er eitt, men tað er ein heilt onnur søga at koyra 50, og fara eftir høvdinum, sigur løgreglan.
Men løgreglan sigur eisini, at nú verður eisini farið í hernað ímóti hesum ólógligu prutlunum og tí fer løgreglan undir eitt miðvíst átak fyri at fáa bast hesum trupulleikunum.
Prutl eru skrásett, so løgreglan veit, hvør eigur tey. Og ætlanin hjá løgregluni er rætt og slætt at fara heim til fólk, har prutl pg skutarar eru skrásett, at kanna tey fyri at vita um tey eru í lógligum standi.