Løgreglan hevur fingið ábendingar um, at bilarnir koyra ov skjótt fram við skúlanum ú Hoyvík á Vegnum Langa.
Her er ferðin avmarkað til bara 30 kilometrar um tíman, men fólk hava boðað løgregluni frá, at har koyra bilarnir so skjótt, at tey hava ampa av tí, og serliga verður hugsað um, at har eru nógv børn í ferðsluni.
Sostatt var løgreglan á staðnum í gjár og har máttu tey ásanna, at fólk hava rætt tá ið tey stúra fyri børnunum.
Løgreglan sigur nevniliga, at tað gekk sjón fyri søgn, at bilarnir koyra skjótari enn loyvt er fram við skúlanum.
Í gjár var løgreglan bara á á staðnum fyri at eygleiða støðuna, men tey leggja afturat, at tey fara at hava eitt vakið eyga við hesum vegastrekkinum.
Og sigur, at ein liður í royndunum at fáa bilførarar at slekka av, verður eisini at kanna eftir, um ferðslan umstøðurnar kunnu skipast øðrvísi.