Løgreglan ávarar um nakinmyndir á netinum

Tilgjørdar nakinmyndir eru lagdar út og deildar á sosialum miðlum

Fríðmundur Nattestad
18. apríl 2024 kl. 14:45

Løgreglan boðar í dag frá, at tey seinastu tíðina hava fingið fleiri fráboðanir um, at tilgjørdar nakinmyndir eru lagdar út og deildar á sosialum miðlum.

- Føroya Politi skal minna á, at tað er revsivert at leggja út og deila nakinmyndir av fólki, sum ikki hava givið samtykki til tess.

- Vit heita á øll um at hava ein góðan og siðiligan atburð - eisini á netinum, sigur løgreglan.