Løgreglan ávarar lesandi ímóti bústaðarsvikarum

Nýggj lesandi í Keypmannahavn skulu vera varin tá tey leita sær eftir bústaði, tí svikarar misnýta stóra trýstið á bústaðarmarknaðinum undan skúlabyrjan

Ragnar Sjúrðarson
31. juli 2024 kl. 11:40

Fleiri ungdómar, harav nógvir føroyingar, hava farnu dagarnar fingið tey gleðiboð, at tey eru komin inn á hægri lestur í Keypmannahavn.

Hetta førir til eitt stórt trýst á bústaðarmarknaðin í Keypmannahavn, og er hetta ein støða, sum svikarar misnýta.

Tað ávarar løgreglan í Keypmannahavn og National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) í móti, í einum tíðindaskrivi.

-    Vit síggja á hvørjum árið bústaðarsvikarar, ið lumpa fólk til at rinda depositum ella leigu, ið skal gjaldast frammanundan fyri ein bústað, sum ikki er til, sigur Kresten Munksgaard, sum er leiðari fyri fyribyrging og greining í NSK.

Hon tosar m.a um, hvussu svikarar vísa fram íbúðir, sum teir ikki eiga, ella hava loyvi til at leiga út.

Kresten Munksgaard kemur við hesum ráðunum tá ein skal leita sær bústað í Keypmanahavn:

-       Kanna hvør eigur bústaðin. Hetta kanst tú gera á Tinglysning.dk ella Boligejer.dk

-       Ver vís/ur í, at bústaðurin er á marknaðinum – set teg í samband við eigaran.

-       Fá eina framsýning av íbúðini – ein skal ikki skriva undir ella rinda fyri nakað, ein ikki hevur sæð.

-       Tá ein fær eina framsýning av íbúðini, bið so um prógv (pass, koyrikort ella annað gyldugt prógv við mynd)

-       Rinda aldrin við reiðum peningi. Ein er betry tryggjaður um ein ger eina bankaflyting.

-       Ver serliga varin, um tú verður biðin um at gera eina flyting til eitt annað land.