Løgreglan ávarar fólk í Sandavági: Haldi tykkum innandura
TTað er serstakliga vandamikið at vera úti, sigur løgreglan
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan
Tað hevur verið nógvur vindur í nátt og serliga í Vágum hevur tað staðið nógv á. Løgreglan sigur, at í Steigarbrekku í Sandavági er ein heil tekja farin av einum húsum, so har eru fleiri takplátur, sum fúka í vindinum.
Løgreglan heitir tí á fólk - serliga í grannalagnum - men eisini í øllum Sandavági um at halda seg innandura, tí tað er serstakliga vandamikið at fara út fyri takplátum, sum fúka ímillum húsini í vindinum og tað er ikki lukkuligt at verða raktur av eini flúgvandi takplátu.