Í gjár var ein gestur á G blivin heldur ov ovfarakátur. Hann hevði tømt ein eldsløkkjara og hevði pulvuri lagt seg á fleiri bilar sum stóðu parkeraðir.
Eingin kom til skaða av hesum, men viðkomandi fær eina bót. Bilarnir skulu vaskast væl, men væntandi fæst alt av.
Tann størsti trupulleikin á festivalinum higartil, hevur verið parkeringspláss.
Løgreglan fær nógvar uppringingar frá fólki sum hvørki sleppa til hús, ella frá húsum við bilinum.
Ikki er nogv skil á parkeringini, og bilar eru bara settir onkrastaðni sum best ber til.
Tey mæla tí inniliga á, at øll hugsa seg væl um, hvar man setur bil sín frá sær.
Ikki øll eru á festival, fólk búgva eisini har, hugsa um hvønn annan.