Løgmanssteypið: Seinnu hálvfinalurnar verða spældar í kvøld

Í kvøld eru seinnu hálvfinalurnar hjá monnum á skránni. Í Klaksvík tekur KÍ ímóti 07 Vestur, meðan HB tekur ímóti Víkingi. Felags fyri báðar dystirnar er, at tað stendur púra á jøvnum. Stroyming.com stroymir dystirnar

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
5. oktober 2022 kl. 11:16

Í kvøld eru seinnu hálvfinalurnar hjá monnum á skránni. Í Klaksvík tekur KÍ ímóti 07 Vestur, meðan HB tekur ímóti Víkingi. Felags fyri báðar dystirnar er, at tað stendur púra á jøvnum.

Á Dungasandi endaði fyrri dysturin millum O7 Vestur og KÍ 2-2, og tað gjørdi fyrri dysturin millum Víking og HB eisini.

07 Vestur skal í dag til Klaksvíkar, men hóast uppgávan sær ómøgulig út á pappírinum, so vístu 07 Vestur og serliga Mads Borchers í fyrra dystinum millum liðini, at tað ber til at fáa mál móti stinnu KÍ-verjuni.

Hyggja vit eftir gongdini, tá liðini hava spælt móti hvørjum øðrum í Betri Deildini, so sæst, at KÍ hevur vunnið allar tríggjar dystirnar móti vágamonnum við málmuninum 3-0, 6-0 og 2-0. Hetta merkir, at 07 Vestur – eins og fleiri onnur lið – hava havt trupult at spæla seg ígjøgnum stinnu KÍ-verjuna. Men nú er tað steypakappingin, ið tað snýr seg um, og tá kunnu ting henda, sum yvirraskar okkum øll – og tað sóu vit eisini í fyrra dystinum, har serliga Mads Borchers elvdi KÍ-verjuni høvuðbrýggj.

Dystirnir millum Víkingur og HB hava verið rættiliga tættir hesi seinnu árini. Ofta hava teir svart-hvítu úr Havn havt tað trupult í Sarpugerði, og tað gjørdist eisini ein sera tættur dystur í Norðragøtu í fyrru hálvfinaluni millum liðini, ið endaði við javnleiki 2-2.

Víkingur hevur ofta verið at sæð í steypafinaluni hjá løgmanni, og á sosialum miðlum heitir felagið eisini á sínar áskoðarar, um at møta mansterk upp á Tórsvølli í kvøld.

HB hevur spælt rættiliga væl í seinnu helvt av kappingarárinum í Betri Deildini, men seinastu vikurnar hevur liðið spælt meira trilvandi.

Men skal Víkingur ella HB fáa nakað burturúr hesari landskappingini, so er tað steypakappingin, ið kann bjarga hesum kappingarárinum hjá hesum báðum liðum.

Dystirnir verða stroymdir
Verður tað ikki møguligt hjá fólki at fara til dyst, so ber til at síggja dystirnar á nýggju stroymingartænastuni, stroyming.com, sum byrjaði at stroyma steypadystir hjá monnum, tá fjórðingsfinalurnar vórðu leiktar.

Kostnaðurin fyri at stroyma ein dyst verður 75 krónur, men til ber eisini til at keypa sær atgongd til báðar dystirnar í kvøld fyri 133 krónur.

Tað er Ø-Media, ið stroymir dystir í steypakappingini. Ø-Media er veitari av stroyming av tiltøkum, fyrilestrum og stendur eisini fyri at stroyma hondbóltsdystir, men í hava fótbóltsfjepparar eisini fingið ágóðan av, at dystir í kappingini um Løgmanssteypið verða stroymdir á einum stað.

Dysturin í Klaksvík byrjar klokkan 18.30. Dómari verður Petur Reinert.

Dysturin á Tórsvølli millum HB og Víking byrjar klokkan 19. Dómari verður Dagfinn Forná.

Dystirnir kunnu stroymast á www.stroyming.com