Løgmanssteypið: Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar í kvøld

Í kvøld eru fyrru hálvfinalurnar hjá monnum á skránni. 07 Vestur tekur heima ímóti oddaliðnum í Betri Deildini, KÍ, meðan Víkingur tekur ímóti HB. Stroyming.com stroymir dystirnar

(Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Sigurjón Einarsson
7. september 2022 kl. 09:57

Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmansstteypið leiktar.

Á Dungasandi í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti oddaliðnum KÍ, meðan hin dysturin verður leiktur í Sarpugerði í Norðragøtu, har HB kemur á vitjan.

Skal 07 Vestur hava nakran møguleika at spæla seg í finaluna, so er neyðugt at fáa eitt gott útgangsstøði á heimavølli, men hyggja vit eftir gongdini, tá liðini hava spælt móti hvørjum øðrum í Betri Deildini, so sæst, at KÍ hevur vunnið allar tríggjar dystirnar móti vágamonnum við málmuninum 3-0, 6-0 og 2-0. Hetta merkir, at 07 Vestur – eins og fleiri onnur lið – hava havt trupult at spæla seg ígjøgnum stinnu KÍ-verjuna. Men nú er tað steypakappingin, ið tað snýr seg um, og tá kunnu ting henda, sum yvirraskar okkum øll – tað hava vit eisini sæð áður.

Dystirnir millum Víkingur og HB hava verið rættiliga tættir hesi seinnu árini. Ofta hava teir svart-hvítu úr Havn havt tað trupult í Sarpugerði, og kennir mann fólk í Eysturkommunu rætt, so verður tað eisini trupult hjá HB í Norðragøtu í kvøld. Hinvegin hevur steypaliðið yvir teimum øllum, HB, spælt rættiliga gott seinastu tíðina í Betri Deildini, undantikið í seinasta dystinum, sum var móti AB, har HB tapti 2-1.

Hvørki Víkingur ella HB fær KÍ aftur í landskappingini, so fyri hesi bæði liðini er tað steypakappingin, ið skal bjarga kappingarárinum – skulu gyltar krónur fáast um hálsin.

Dystirnir verða stroymdir
Verður tað ikki møguligt hjá fólki at fara til dyst, so ber til at síggja dystirnar á nýggju stroymingartænastuni, stroyming.com, sum byrjaði at stroyma steypadystir hjá monnum, tá fjórðingsfinalurnar vórðu leiktar.

Kostnaðurin fyri at stroyma ein dyst verður 75 krónur, men til ber eisini til at keypa sær atgongd til báðar dystirnar í kvøld fyri 133 krónur.

Tað er Ø-Media, ið stroymir dystir í steypakappingini. Ø-Media er veitari av stroyming av tiltøkum, fyrilestrum og stendur eisini fyri at stroyma hondbóltsdystir, men í hava fótbóltsfjepparar eisini fingið ágóðan av, at dystir í kappingini um Løgmanssteypið verða stroymdir á einum stað.

Dystirnir í fyrru hálvfinalunum eru hesir:

Víkingur – HB klokkan 18. Dómari verður Alex Troleis.

07 Vestur – KÍ klokkan 19. Dómari verður Rúni Gaardbo.

Dystirnir kunnu stroymast á www.stroyming.com