Løgmaður vísir aftur, at hann roynir at súlta eitt álvarsamt mál

Hann sigur, at málið er álvarsligt og tað má viðgerast eftir bókini

Áki Bertholdsen
12. desember 2023 kl. 10:57

Herfyri kom Løgtingsins Umboðsmaður eina lemjandi atfinning ímóti Heilsumálaráðnum. Átalan var so álvarslig, at Løgtings Umboðsmaður helt tað vera neyðugt at kunna báði løgmann og Løgtingið um tað.

Í stuttum snýr tað seg um, at Kringvarpið hevði biðið Heilsumálaráðið um alment innlit í málið um nógv umrødda skannaran til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Men niðurstøðan frá Løgtingisins umboðsmanni er, at tað gekk so illa at fáa upplýsingar frá Heilsumálaráðnum, at. tað »kundi tulkast sum vantandi vilji at upplýsa klagumálið nøktandi fyri umboðsmanninum«.

Umboðsmaðurin sigur eisini, at »framferðin hjá Heilsumálaráðnum í hesum máli var ikki í samsvari við endamálið við innlitslógini um at virka fyri gjøgnumskygni og opinleika í umsitingini«.

Løgmaður tók málið í so stórum álvara, at hann bað alt fyri eitt, bæði fyrisitinginga í Heilsumálaráðnum, og landsstýriskvinnuna, um eina frágreiðing. Tey hava freist til 22. desembur at koma við eini frágreiðing.

Men í morgun fýltist tinglimir í andstøðuni á, at løgmaður ikki tók neyðugu stigini alt fyri eitt. Tey vísa á, at hetta er sera álvarsamt tí tað máðar støðið undan Løgtingsins Umboðsmanni.

Tey halda, at tað er alt ov leingi at geva teimum góðar tvær vikur at svara, tað er ivaleyst at tey fáa tveir, tríggjar dagar.

Tey halda, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum er greið og tí eigur Løgmaður at bera skjótt at.

Í Løgtinginum í morgun vildi Jenis Av Rana hava at vita, hvat løgmaður ger við málið, tí hetta er drepandi fyri álitið á skipanina.

Hann heldur, at tá ið løgmaður biðið Heilsumálaráðið um eina frágreiðing er sum at spyrja revin um tað er hann, sum hevur etið gásina.

Men tinglimir hava eisini illgruna um, at hetta er ein roynd at súlta málið, og at draga tað út, til tað er so útvatnað, at fólk hava gloymt tað.

Jacob Vestergaard heldur, at tað átti at verið landsstýriskvinnan í heilsumálum, sum sjálv eigur at taka neyðug stig - og eigur hon ein leiklut í hesum, eigur hon at fara til hús

Aksel V. Johannesen, løgmaður, avsannar staðiliga, at hann dregur málið út. Hann sigur tvørtur ímóti, at hann tók málið upp alt fyri eitt.

Men hann staðfestir, at hann er ovasti fyrisitingarligi myndugleikin, og hann má ganga undan at halda góðan fyrisitingarligan sið. Og góður fyrisitingarligur siður er, at avvarðandi partar fáa høvi til at koma við sínum viðmerkingum.

Freistin at svara er 22. desembur og so verður ein støða tikin í málinum, sigur Aksel V. Johannesen.