– Eg taki tað í størsta álvara, at vøksturin í fólkatalinum fullkomiliga er støðgaður upp. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tað hevur verið stórur fólkavøkstur í Føroyum í nógv ár, men hesi seinastu árini er hann fullkomiliga støðgaður upp.
Og nú hevur Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt hann um ætlanin er at gera eina nýggja heildarætlan fyri at fáa fólkavøkstur í Føroyum.
Men løgmaður sigur, at hóast hann tekur málið í størsta álvara, fer hann ikki at taka stig til at gera eina nýggja heildarætlan.
Hann vísir á, at ein slík heildarætlan varð gjørd í 2013 og hann ivast ikki í, at tað hevur havt sína ávirkan á gongdina so at fólkatalið fór at veksa.
Aksel V. Johannesen heldur, at ístaðin fyri at leggja eina nýggja heildarætlan, vil hann heldur leggja orku í fremja tilmælini í ætlanini frá 2013 og at loysa trupulleikarnar, sum nú eru.
– Vit hoyra hvønn dag um at búskapurin er ikki haldførur. Haldførið snýr seg sjálvandi um krónur og oyru, men tað snýr so sanniliga eisini um at skapa eitt samfelag, sum er kappingarført um fólkið, sigur løgmaður.
Hann sigur, at samgongan hevur longu sett tiltøk í verk fyri at gera Føroyar kappingarførar um fólkið og sostatt eru vit nú betri brynja til at loysa trupulleikarnar.
– Endamálið er, at Føroyar skulu hava ein kappingarføran arbeiðsmarknað, eitt kappingarført lestrarumhvørvi og ein kappingarføran bústaðarmarknað, sigur løgmaður.
– Vit hava fingið eina skattaskipan, sum ger føroyska arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran um arbeiðsmegina.
– Eisini hava láglønt á umsorgarnarøkinum fingið eitt munagott lønarlyft og tað fer at gera sítt til at nøkta starvsfólkatrotið á eldraøkinum og í barnaansingini.
Samstundis er ferð eisini sett á arbeiðið at skapa eitt spennandi og kappingarført lestarumhvørvi, har okkara ungdómur fær ein rættiligan lestrarbýling á Frælsinum í Havn, eins og tey hava uttanlands.
Harumframt verður arbeitt við at styrkja samstarvið ímillum Fróðskaparetrið, Sjúkrahúsverkið og arbeiðsmarknaðin sum heild, við tí fyri eyga at skapa fleiri arbeiðs- og granskingarmøguleikar í Føroyum.
Men løgmaður ásannar, at ein tann størsta avbjóðingin er helst at fáa ein kappingarføran bústaðarmarknað.
– Fleiri samgongur hava sett tiltøk í verk fyri at skapa ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað, men enn er nakað eftir á mál, sigur hann.
– Nú í vár hevur Løgtingið samtykt at geva kommunum heimild at samstarva við Bústaðir um at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg.
Samstundis eru tvey lógaruppskot eru á veg í Løgtingið, har kommunurnar fáa heimild at leggja gjald á tænastuveitingar til tóm hús, og tær fáa eisini heimild til at áleggja bústaðarskyldu á nýggjar útstykkingar.
Løgmaður sigur eisini, at bústaðarpolitikkur landsins verður nú dagførdur og í hesum sambandi verður kannað, hvussu tað ber til at gagnnýta verandi bústaðir betri, og eisini verður spurningurin býlisstuðli, viðgjørdur.
Trupulleikarnir mugu loysast í felag, tvørtur um floksmørk og valskeið, sigur løgmaður. Tí fegnast hann um, at flokkarnir hava tikið væl ímóti áheitanini um at vera við í tvørpolitiska arbeiðinum um at seta tiltøk í verk fyri at bøta um haldførið.
Í heyst fara tey serliga at arbeiða við pensjónsaldrinum umframt skipanini við rentustuðli, og við at fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum setir mark fyri, hvussu nógvar pengar, politikarar kunnu brúka.
– Síðani verður skjøtul settur á nýskipa og effektivisera almenna geiran, sigur løgmaðir.
– Hetta er eitt arbeiði sum krevur, at allir flokkar tora at viðgera viðkvæmar spurningar um nú tær almennu skipanirnar vit hava í Føroyum hóska til støddina á samfelagnum, ella um tíðin er komin til at umskipa almenna geiran, sigur hann.
– Arbeiðið snýr seg so sanniliga eisini um, hvussu vit fáa okkara ungdóm at verða verandi í Føroyum, sigur løgmaður.