Hevur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, brotið lógina. Tað er ein spurningur, Aksel V. Johannesen, løgmaður nú skal svara.
Tað er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur reist málið, og sum vil hava løgmann at greiða frá støðuni.
Løgtingsmaðurin vísir á, at fyri jól setti landsstýriskvinnan í fíggjarmálum eina kunngerð í gildi, sum fær stórar avleiðingar fyri teir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, serliga í Noregi, og teir, sum sigla við norskum skipum.
Við hesum skulu føroyingar, sum hava uttanlandsinntøku, serliga fólk sum sigla við norskum skipum, og arbeiða í Norra, rinda dupultan skatt, sigur Jørgen Niclasen.
– Tað vil siga at tey rinda skatt bæði í Noregi og í Føroyum. Hetta kemur omaná, at samgongan hevur lækkað uttanlandsfrádráttin munandi og noktað teimum at draga gjaldið til heilsytrygd í Noregi, frá í skatti.
Jørgen Niclasen vísir á, at eftir stýrisskipanarlógni kann eingin skattur av nøkrum slagi verða settur í verk uttan við løgtingslóg.
Tí vil hann hava at vita frá løgmanni um Ruth Vang hevur brotið lógina tá ið hon - uttan um Løgtingið - hækkaði skattin hjá fleiri løntakarum.
Sambært stýrisskipanarlógini skal landsstýrið eisini ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.
Fyri nógvar føroyskar familjur hevur hetta stórar avleiðingar og norsk fakfeløg, og norsk reiðarafeløg, hava sent bæði føroysku og norsku stjórnini skriv við mótmæli, sigur løgtingsmaðurin.
Í hesum mótmæli seta tey spurnartekn við um avgerðin er í samsvari við tvískattasáttmálan millum Føroyar og Noreg.
Løgtingsmaðurin heldur somuleiðis, at tað er ikki óhugsandi, at norska stjórnin fer at taka málið upp. Tí spyr hann eisini løgmann um landsstýriskvinnan ikki átti at ráðført seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn ein so stór avgerð sum at broyta norðurlendska tvískattasáttmálan varð tikin.
Hann sigur eisini, at í 1999 gjørd Danska stjórnin somu broyting í norðurlendska tvískattasáttmálanum, men tað varð lagt fyri Fólkatingið, áðrenn nøkur avgerð varð tikin. Eisini samtykti Fólkatingið tá, at tann sum rindar sosial gjøld í tí landi, ein arbeiðir, skal ikki rinda skatt í Danmark.
Tað merkir, at fólk, sum búgva í Danmark og arbeiðir í Norra, rindar einans norskan skatt og norsk sosial gjøld - og tað er júst sama skipan, sum hevur verið í Føroyum - til nú.