Løgmaður: Nú er dreymurin veruleiki

Løgmaður ynskir føroyska landsliðnum góða eydnu í Berlin

Áki Bertholdsen
10. januar 2024 kl. 22:00

Dreymurin er nú veruleiki. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður í kvøld.

Tað, hann sipar til, er, at nú er Føroyar á fyrsta sinni við í einum EM-endaspæli fyri lið. Tað er hondbóltslandsliðið hjá monnum, sum hevur vunnið seg í endaspælið og í annaðkvøld tekur liðið fyrsta fetið inn á vøllin í Berlin tá ið dystur verður ímóti Slovenia.

Hesa løtuna skrivar liðið søgu. Hesa løtuna savnar liðið allar føroyingar, sigur løgmaður. Sjálvur verður han ímillum fjeppararnar í Berlin, og í tíðindaskrivi sigur hann, at hann gleðir seg at stuðla landsliðnum.

– Eg ynski tykkum góða eydnu! Tit skulu vita, at vit øll longu eru so ómetaliga stolt av tykkara stóra bragdi at verða komin til EM-endaspælið. Takk fyri, at tit eru við til at savna føroyingar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður