

Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hevur í dag valt at koyra Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 2.
Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:
“Síðan eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur“.
Løgmaður røkir fyribils uttanríkis- og mentamál, sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nummar 140 frá 4. november 2022.
Kelda: Løgmansskrivstovan