Løgmaður góðar vónir um at fáa glið á samstarvið við ES

Løgmaður hevur bjóða nevndarforkvinnuni í ES til Føroyar

Áki Bertholdsen
14. desember 2023 kl. 10:06

Í morgin hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, verið á fundi við ES-nevndarforkvinnuna Ursula von der Leyen í Brússel.

Á fundinum umrøddu løgmaður og ES-nevndarforkvinnan, hvussu Føroyar og ES kunnu styrkja samstarvið.

Føroyar eru partur av Evropa, og løgmaður legði dent á, at geopolitiska støðan økir týdningin av tættari samstarvi við ES.

Løgmaður vísti somuleiðis á politiska ynskið í Føroyum um at styrkja samstarvið við ES, og um at Føroyar fáa betri marknaðaratgongd á ES marknaðinum fyri virkaðar fiskavørur.

– Vit høvdu ein góðan og gevandi fund. Eg greiddi ES-nevndarforkvinnuni frá føroysku støðuni og okkara ynskjum. Eftir fundin haldi eg, at tað er týðiligt, at ES er sinnað at styrkja um samstarvið, og eg eri bjartskygdur um, at vit fara at síggja ítøkilig úrslit,  sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í tíðindaskrivi í morgun.

Hetta seinasta árið hevur verið arbeitt við at orða eina avtalu um ein yvirskipaðan karm fyri einum samstarvi ímillum Føroyar og ES.

– Arbeiðið er nú komið so langt, at vónandi er komið á mál tíðliga næsta ár, sigur løgmaður.

Løgmaður nýtti somuleiðis høvið at bjóða ES nevndarforkvinnuni til Føroya á vitjan.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya løgmaður er á fundi við forfólkið fyri ES-nevndina. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, vóru eisini við á fundinum.