Løgmaður gloppar dyrnar fyri Fólkaflokkinum

Aksel gjørdi upp við blokkpolitikkin í røðu síni í dag

Mynd: KVF
Ragnar Sjúrðarson
29. juli 2024 kl. 13:28

Ikki langt eftir at Aksel Johannesen hevði tikið við leiðsluni í Javnaðarflokkinum, boðaði hann frá, at Javnaðarflokkurin ikki fór í samgongu við Fólkaflokkin so leingi, hann sat sum formaður. 

Hetta hevur verið linjan øll árini síðani. 

Tí ber til at siga, at Aksel Johannesen hevur verið talsmaður fyri blokkpolitikkin, vit hava havt farnu nógvu árini. Tankin hevur verið, at veljarin skal vita hvat hann fær, tá hann setir sín kross. 

Men í hesum valskeiðinum eru fleiri semjur um grundleggjandi viðurskifti gjørdar millum andstøðu og samgongu. 

Og hóast semjurnar í flestu førum eru gjørdar millum samgonguna og Sambandsflokkin (ikki Fólkaflokkin), so segði løgmaður í dag nakað, sum illa kann tulkast øðrvísi enn, at orðini um, at Javnaðarflokkurin undir ongum umstøðum fer í samgongu við Fólkaflokkin, ikki longur eru galdandi. 

”Tíðin er farin frá blokkpolitikki” vóru boðini. 

 Við hesum verður dynamikkurin í føroyskum politikki heilt øðrvísi enn hann hevur verið síðani Aksel Johannesen tók við formanssessinum í Javnaðarflokkinum. 

Hvør orsøkin er til hetta skiftið, ber til at gita um. Men tað kunnu verða fleiri orsøkir. 

Hyggur ein at ítøkiligu politisku málunum, er ikki nógv, sum sameinir A og C. Og sum sagt: Tær breiðu semjurnar eru fyrst og fremst gjørdar millum samgonguna og sambandið – ikki Fólkaflokkin. 

Tað kann vera, at Aksel Johannesen væntar, at fleiri mál kortini verða at samstarva við Fólkaflokkin um framyvir. 

Men eyðsæð er, at taktikkurin eisini kann hava eina ávirkan. So leingi Javnaðarflokkurin er einasti flokkur, sum undan hvørjum vali ger greitt, at hann ikki fer í samgongu við ein annan flokk, stendur Javnaðarflokkurin veikari í telvingini um valdið, snøgt sagt tí hann hevur færri møguleikar enn aðrir flokkar.