Løgmaður: Fara ikki at herða tilmælið um heimauppihald

Siri Stenberg setti í farnu viku tríggjar fyrispurningar til løgmann um heimauppihaldið. Løgmaður hevur svarað, og hann ger greitt, at heimauppihaldið ikki verður hert, uttan so at støðan versnar

Katrin Joensen-Næs
20. juni 2021 kl. 15:00

Nógv kjak hevur verið um heimauppihaldið, sum varð tillagað miðskeiðis í mai. Smittutalið hækkaði brádliga, og landslæknin Lars Fodgaard Møller greiddi frá í miðlunum, at tamarhald ikki var á støðuni. Fleiri tiltøk blivu avlýst orsaka av hesum. Fleiri óttaðust, at enn eitt summar skuldi fara framvið uttan festivalar, veitslur og Ólavsøku.

Í kjalarvørrininum á hesum spurdi Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, løgmann, um tað var fakkunnleikin, sum viðmælti at taka tilmælið um heimauppihald burtur.

Løgmaður greiðir frá, at føroyski koronupolitikkurin síðani mars mánað í 2020 hevur hvílt á eina javnvág millum heilsufaklig alti og samfelags atlit.

-   Hvørja ferð landsstýrið hevur tikið stig til at broyta tilmælini, hava heilsufakligu myndugleikarnir eisini sagt sína hugsan. Í mun til tillagaða heimauppihaldið vórðu tey eisini spurd til ráðs, sigur løgmaðurin í sínum svari.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur áður greitt frá, at tað hevði verið ein búskaparlig vanlukka at setta heimauppihaldið í gildi aftur.

-   At stongt landamørkini hevði uttan iva verið ein framúr góð loysn fyri at hildið smittuni niðri. Men tað hevði samtíðis verið ein búskaparlig vanlukka, sigur Helgi Abrahamsen. 

Sirið Stenberg spurdi eisini, um ætlanin var at seta tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar í gildi aftur. Til hetta svaraði løgmaður, at í løtuni er ætlanin ikki at broyta heimauppihaldið aftur.

-   Landsstýrið fylgir støðugt gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður tað gjørt, greiðir løgmaður frá.

Heimauppihaldið er ongantíð slept

Løgtingskvinnan spurdi, hvør orsøkin var til, at tilmælið um heimauppihald við komu til Føroyar var slept. Til hetta svarar løgmaður, at heimauppihaldið ongantíð var slept. Hann vil heldur vera við, at heimauppihaldið varð tillagað, soleiðis at tey, sum ikki eru koppsett, fingu fríari ræsur.

-   Tær einastu avmarkingar fyrstu fýra dagarnar eru at halda seg frá størri mannfjøldum, har smittan skjótt kann nørast, greiðir løgmaður.  

Løgmaður leggur afturat, at orsøkin til at landsstýrið tók hetta stig var góða smittugongdin og støðuga framgongdin við at koppseta.

-   Í sama viðfangi øktu vit um kanningarmøguleikarnar, soleiðis at tað ber til at lata seg kann allar dagarnar I vikuni, greiðir løgmaður frá.