Reglugerðin má verða skipað soleiðis, at tað ber til at halda hana. Tað halda tey í Ferðavinnufelagnum.
Herfyri boðaði Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, frá, at hon ætlaði at seta tiltøk í verk fyri at verja bjargafuglin betur.
Tí fór hon at seta ein kunngerð í gildi um, at tað skuldi ikki verða loyvt at sigla skjótari enn 8 míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august.
Tað er heldur ikki loyvt at larma so illa, eitt nú við hørðum tónleiki, undir bjørgnunum, at tað órógvar fuglin.
Í Ferðavinnufelagnum eru tey ikki heilt fegin um nýggju ætlanina. Tey vísa á, at tað eru vinnurekandi í ferðavinnuni sum liva av at gera útferðir kring oyggjarnar.
– Uttan fuglin í bjørgunum hevði grundarlagið fyri hesum fyritøkum verið skert munandi, sigur Ferðavinnufelagið í viðmerking til ætlanina.
Annars duga tey ikki at síggja, hví avmarkingarnar skulu verða galdandi fyri at kalla allar Føroyar.
– Tað er einki at ivast í, at náttúra og umhvørvi skulu verjast, og hesum verður atlit tikið til á útferðunum kring landið, siga tey.
Tey halda eisini, at tað verður torført at hava eftirlit við reglugerðini. Tí halda tey, at tað er týdningarmikið, at avmarkingarnar liggja á eini legu har tað gjørligt at halda reglugerðina.
Ferðavinnufelagið vil tí staðiliga mæla til, at hámarksferðin hækka frá 8 mílum upp í 10-15 míl.
Í ætlaðu reglugerðini verður lagt upp fyri hámarksferðin upp á átta mín skal ikki haldast, í teimum førum tað ikki ber til at halda hana.
Tað er tá lív og heilsa er í vanda, undir grindarakstri, ella tá ið tað ikki ber til at sigla spakuligari vegna veður og vind. Skipini hjá Strandferðsluni eri heldur ikki bundin av reglugerðini.
Verður hámarksferðin hækkað til 10-15 míl, fáa tey ein veruligan møguleika at halda reglugerðina, halda tey í ferðavinnufelgnum.
Tá kunnu eisini vanligir, føroyskir útróðrarbátar halda reglugerðina í vanligari sigling nær landi Og tá verður heldur ikki neyðugt at gera udnantak fyri Strandferðsluni.
Kunngerðin verður galdandi fyri næstan alt landið - men og ikki í øllum landinum. Tí er tað væntandi, at bátsførarar fara at fløkjast í reglugerðini og sostatt er tað týdningarmikið, at landsstýrið hugsar seg væl um, tá ið hámarksferð, og fjarstøða, verða ásett.
– Myndugleikarnir eiga at skipa avmarkingarnar soleiðis, at bátseigarar yvirhøvur halda avmarkingarnar í vanligari sigling, samstundis sum avmarkingarnar tæna endamálinum í kunngerðini, sigur Ferðavinnufelagið.
– Tað er eingin loyna, at eyðsýndar avbjóðingar eru við upplýsing, frámerking og próvførslu, leggja tey afturat.
– Tískil verður mælt til hóvsemi og mælt verður staðiliga til at hækka hámarksferðina til 10-15 fjórðingar um tíman.
Ferðavinnufelagið mælir eisini til eina skipan har tað ber til hjá ferðavinnuni at søkja um undantaksloyvi.