– Løgið, men ótrúliga stuttligt

Sissal Drews Hjaltalin hevur havt eitt stórt ár á sjónvarpsskíggjanum við tveimum avgerandi leiklutum í TROM og Ingen vej tilbage. Les samrøðuna við sjónleikarinnuna, sum eisini er undir útbúgving sum sálarfrøðingur

Trygvi Danielsen
26. mars 2022 kl. 19:38

Sissal Drews Hjaltalin hevur havt eitt kollveltandi ár higartil, hóast 2022 bert er liðið ein fjórðing ella so. Hon hevur nevniliga havt avgerandi leiklutir bæði í TROM og Ingen vej tilbage. Í báðum førum hevur hon staðið seg væl í krevjandi senum saman við navnframum sjónleikarum, sum bert við síni nærveru krevja nógv av viðleikarunum. 

Hetta eru tvær sendirøðir við stórari eksponering í danska kongaríkinum og eisini úti í stóru verð. Hvussu kennist tað? 

– Ja, hetta hevur verið eitt øðrvísi ár higartil. Tað kennist eitt sindur løgið, men samstundis er tað eisini ótrúliga stuttligt. Eg havi fingið rættiliga nógvar viðmerkingar, men tær hava mestsum bara verið góðar. Eg búgvi í Keypmannahavn, og her eru summi, sum hava steðgað mær á gøtuni við ymiskum spurningum. Eg haldi, at nógvir danir vita ikki so nógv um Føroyar og føroyingar, so spurningarnir snúgva seg ofta um, hvussu nógv TROM avspeglar veruleikan. Eg minnist, at ein maður í ramasta álvara spurdi meg, um tað var vanligt at konufólk í Føroyum visti so nógv um vind, hav og fiskar sum Jenny, leikluturin hjá mær. Herfyri skuldi eg keypa máling, og handilsmaðurin bjóðaði mær 50% í avsláttri, um eg fortaldi honum, hvat fór at henda við Turið (dóttirin hjá Sonju á Heyggi) í aðru sesong av TROM. Eg segði, at eg visti einki, men fekk kortini 25% í avsláttri. Tað var rættiliga stuttligt, svarar Sissal. 

Tað vil siga, at tað merkjast broytingar í gerandisdegnum?

– Viðmerkingarnar hava verið nógvar, beint tá hvør seria er komin út. Síðan plaga tær at minka við tíðini. Eg havi tískil lært at njóta broytingarnar í gerandisdegnumm – lítil prát við fólk, sum forvitnast – ta løtuna, tað stendur á. Vanligi gerandisdagurin skal nokk koma aftur.

Hevur eksponeringin longu nú broytt tína yrkisleið sum sjónleikari?

– Eg eri boðin til castingar á stórum verkætlanum, sum eg ikki trúgvi, at eg hevði verið bjóðað til, áðrenn tær báðar røðirnar komu út. Samstundis er tað vanliga ikki um hesa tíðina á árinum, at castingar eru, so tað er eitt sindur ringt at siga, um støðan fer at broytast ella ikki. Harafturat eri eg í holt við eina heilt aðra útbúgving, sum eisini er sera tíðarkrevjandi. Tískil eri eg rættiliga ”kræsin” í mun til, hvørjar verkætlanir eg raðfesti at vera partur av, sigur Sissal.

Sissal Drews Hjaltalin lesur til sálarfrøðing á Københavns Universitet, har hon er komin til aðru námshálvu í kanditatútbúgvingini, og harafturat starvast hon sum sálarfrøðiligur kreppuráðgevi. Tí hevur tað havt stóran týdning fyri hana, at Ingen vej tilbage hevur viðgjørt eitt sálarfrøðiligt tabuevni við avstigmatiserandi ávirkan.

– Fleiri hava gjørt vart við, at sjónvarpsrøðin onkursvegna hjálpir at avstigmatisera tað at vera foreldur og hava sálarsjúku – og tað at fáa fosturtøka ella umhugsa at fáa tað. Summi djørv fólk hava í afturmeldingum enntá greitt frá teirra egnu uppliving við líknandi støðum. Sum komandi sálarfrøðingur eri eg ótrúliga fegin um, at vit hava skapað eina sjónvarpsrøð, sum stigmatiseraðir einstaklingar kunnu spegla sær í, sigur Sissal.

Samanberingin
TROM og Ingen vej tilbage eru øgiliga ymiskar røðir við ymsum fortreytum. Eg eri forvitin at vita, hvussu upplivingarnar vóru á teimum báðum settunum, kunnu tær yvirhøvur samanberast?

– Fyri meg hava báðar verkætlanir generelt verið ótrúliga jaligar upplivingar. Felags var góða huglagið, óansæð hvussu nógvar upptøkur vit skuldu endurtaka, og óansæð hvussu seint út á náttina ella tíðliga út á morgunin vit skuldu upptaka, sigur Sissal.

Undir filmsupptøkum eru nógv praktisk viðurskifti at taka hædd fyri. Tað er til dømis stórur munur á at filma innandura og uttandura. Tað staðfestir Sissal. 

– Av tí at TROM varð tikin upp í Føroyum og Ingen vej tilbage í Danmark, vóru nógvir munir. Nógvar upptøkur í TROM vóru uttandura, men veðrið var ikki altíð beinasamt. Vit vistu øll, at tá ávís tíð varð sett av til at taka ávísar senur upp, var tað sjáldan, at tann tíðarætlanin fór at halda – føroyska veðrið hevði endaligu avgerðina. Tí var nógv bíðitíð, nógvar senur máttu endurupptakast, nógvar senur máttu flytast og so framvegis, sigur Sissal og heldur fram: 

– Í Ingen vej tilbage var eisini ein tíðarætlan til upptøkurnar, men hon kundi nógv betur handfarast. Um vit vórðu seinkað í Danmark, var talan oftast um ein tíma. Í Føroyum var ein tími ein ”elskulig” seinking. Harafturat vórðu økini til upptøkurnar í TROM avbyrgd. Tey, sum vóru á økinum, vistu, at vit skuldu filma og fingu boð um, hvussu tey skuldu bera seg. Í Ingen vej tilbage vórðu meginparturin av upptøkunum hjá mær filmaðar í einum matvøruhandli, sum ikki var stongdur. Tískil vóru viðskiftafólk í handlinum, meðan vit filmaðu. Viðhvørt steðgaðu tey upp og stardu, viðhvørt gingu tey inn í myndina, og viðhvørt gav stjórin í handlinum okkum boð um at larma minni, tí viðskiftafólk høvdu klagað – m.a. er ein sena, har Sigrid, mín leiklutur, skeldar ein kunda øgiliga hart. Tá fingu vit boð um at dempa okkum og ansa sera væl eftir, sigur Sissal Drews Hjaltalin.

Málið og endamálið
Í báðum førum spældi tú í stóran mun við donskum sjónleikarum. Er tað øðrvísi enn við føroyingum?

– Ja, tað haldi eg, men munurin var ikki vegna tjóðskapin. Meginparturin av føroysku leikarunum í báðum røðum hava royndir í leiklist, men ikki útbúgving á økinum. Nærum allir leikararnir úr Danmark vóru harafturímóti yrkisleikarir og høvdu eina aðra tilgongd til arbeiðið. Tað var læruríkt at fáa innlit í, hvørjar hugsanir tey hava lært at gera sær í sambandi við leiklutin, upptøkurnar, kropsburðin, røddina og so framvegis, sigur Sissal.

Var stórur munur á at tosa føroyskt í TROM og danskt í Ingen vej tilbage?

– Eg eri hálvur dani, og tí eri eg von at tosa bæði danskt og føroyskt heima við hús. Tískil gjørdi tað mær ikki mun at tosa føroyskt, danskt ella at skifta millum málini, svarar Sissal, ið hevði nógvar senur við Ulrich Thomsen, kenda sjónleikaranum, sum fekk eitt stórt gjøgnumbrot í legendariska dogme-filminum Festen (1998) eftir Thomas Vinterberg, og sum nú er andlitið á Hannisi Martinssyni.

– Venjingarnar hjá mær og Ulrich Thomsen vóru ofta eitt sindur longri, tí at eg noyddist at umseta allar mínar replikkir fyri honum. Harafturat gjørdi málsligi munurin eisini, at hann sjáldan visti, nær eg var liðug at tosa, tá vit tóku upp. Vit høvdu tí eina avtalu um, at eg signaleraði við hondini, tá hann átti at tosa. Í Ingen vej tilbage tosa føroyingarnir føroyskt við hvønn annan og danskt við danirnar, og tískil varð ikki neyðugt við eyka avtalum, sum skuldu bøta um málsliga munin, sigur sjónleikarinnan.

Yrkisleiðin
Hvussu er yrkisleiðin sum føroyskur sjónleikari? Ber tað til? "Kann mann liva av tí", sum gamla klisjéin ljóðar?

– Vit hava fleiri føroyskar leikarar, og sostatt er tað ein gongd leið. Í løtuni meti eg tó ikki, at tað er ein gongd leið at vera ein føroyskur leikari burturav – men tað veit eg ikki við vissu, tí eg eri ikki yrkisleikari. Eg havi tó hoyrt, at tað er ringt at liva av leiklist í Føroyum, og tí er fjølbroytni umráðandi. Í løtuni eru ikki nóg nógvar framleiðslur í Føroyum, og um ein skal uttanlands at spæla, ber ikki til at ”bara” fáa føroyskar leiklutir. Eg vóni tó at hjáveran hjá føroyingum og Føroyum sjálvum á altjóða leiklistapallinum fer at bera broytingar við sær fyri leikarar og fyri føroysku leiklistina – bæði í Føroyum og uttanlands, svarar Sissal.

Hvat um øll árini frameftir vóru sum hetta hevur verið higartil? Hevði tú so steðgað við øllum øðrum og spælt sjónleik burturav? 

– Um øll árini frameftir vóru, sum hetta hevur verið higartil, hevði mær ikki tørvað at steðgað við øllum og spælt sjónleik burturav, tí lesnaðurin og leiklistin hava higartil ikki útihýst hvørjum øðrum. Eg skrivaði bachelorritgerð og hevði online-undirvísing samstundis, sum vit filmaðu TROM, og eg gekk í skúla og arbeiddi, meðan vit filmaðu Ingen vej tilbage. Men eg dugi tó væl at síggja, at tað ikki er ein framferðarháttur, ið fer at bera til í allar ævir. Sum nú er, eri eg takksom fyri, at eg kann hava ein fót í hvørjari legu. Um eg fari at noyðast at flyta annan fótin onkuntíð, sleptst allarhelst ikki undan. Til tá, njóti eg at lakka, svarar Sissal metaforiskt.

Hvat dámar tær tríggjar teir størstu leiklutirnar hjá tær seinastu árini – í Ikki illa meint, TROM og Ingen vej tilbage – hvønn av teimum relaterar tú mest til?

– Hetta er ein ringur spurningur! Eg relateri til allar leiklutirnar, men á ymiskan hátt. Eg haldi tó, at um eg skal taka ein leiklut fram, er tað Marita úr Ikki illa meint. Ikki tí, at eg relateri til Maritu meira enn til Sigrid (Ingen vej tilbage) ella Jenny (TROM), men tí at Marita og Ikki illa meint vóru orsøkin til, at eg veruliga fekk ein fót inn um í leiklistaheimin. Marita stríðist við tunglyndi, men roynir kortini at hanga saman sum best ber til. Tunglyndið fær han at leita eftir meining, gleði og eftir sær sjálvari, men hon leitar ikki tey røttu støðini, og leitanin gerst enn ein uppliving av fiasko. Eg havi sjálv stríðst við tunglyndi, tá eg var yngri, og tí er hendan alfevnandi, myrka ostaklokkan mær væl kend. Nú, tá eg standi hinumegin og sleppi at ”hyggja inn”, er tað áhugavert at líta aftur og at vita akkurát, hvussu Marita hevur tað. Eg fann sjálv útav, at tíðin er ein umráðandi faktorur, og at tað allarbesta og allarringasta við tíðini jú er, at hon gongur, óansæð um man ynskir tað ella ikki, sigur Sissal.

At enda havi eg hug at spyrja: Hvørji ráð hevur tú til ungar føroyskar sjónleikarar?

– Ger upp við tær sjálvum/ari, hvørji mørk tú hevur, hav virðing fyri mørkunum – og halt fast í, at onnur eisini skulu virða tey. Nógv keðiligt um filmsheimin er komið fram seinastu árini, og hóast MeToo-bylgjan hevur gjørt nógv fyri at skapa vitan og varpa ljós á hendan partin av arbeiðinum, eru framvegis summi, sum royna at skumpa mørkini hjá øðrum. Tað er í lagi at siga nei, og um títt nei ikki verður góðtikið, er talan ikki um eina verkætlan, sum er verd at vera partur av. Harafturat verður ofta tosað nógv um kropsbygnað og útsjónd sum heild innan filmsvinnuna. Minst til, at tú ert nógv meira enn ein kroppur. Títt virði kann hvørki síggjast í einum spegli ella mátast á einari vekt, sigur Sissal Drews Hjaltalin at enda.