Løgfrøðingar: Handtøkan av tí dømda í Birnu-málinum var í stríð við lógina

Tveir íslendskir sakførarar meta, at íslendsku myndugleikarnir bóru seg skeivt at, sambært altjóða rætti, tá teir handtóku Thomas Møller Olsen umborð á grønlendska trolarinum Polar Nanoq í 2017 fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir

Sigurjón Einarsson
12. januar 2021 kl. 13:30

Í eini grein í løgfrøðiliga tíðarritinum Tímarit lögfræðingar, rógva tveir íslendskir løgfrøðingar uppundir, at handtøkan av tí dømda drápsmanninum í Birnu-málinum, Thomas Møller Olsen, var í stríð við altjóða rætt. Tað skrivar Frettablaðið.

Skipið hevði verið í Íslandi og landa, men var ávegis aftur til fiskiskap, tá føroyski skiparin fekk varhugan av, at skipið kundi hava tilknýti til málið. Trolarin var tá komin í grønlendskan sjógv, og tí kundi íslendska løgreglan einki gera. Tí boðaði hann manningin frá, at teir høvdu trupulleikar við motorinum, og máttu sigla aftur til Íslands. So skjótt sum trolarin var komin í íslendskan sjógv, vórðu íslendsk løgreglufólk sett umborð á Polar Nanok og tóku tveir av manningini.

Annar maðurin var seinni latin leysur, meðan hin varð dømdur 19 ára fongsulsrevsing fyri dráp. 

Løgfrøðingarnir halda ikki, at íslendsku myndugleikarnir høvdu rætt til at fara umborð á grønlendska trolarin Polar Nanoq, har sjey føroyskar fiskimenn vóru við, og handtaka Thomas Møller Olsen afturi í januar 2017, stutt eftir drápið á Birnu Brjánsdóttir.

Í greinini dregur professarin Bjarni Már Magnússon fram, ið er annar høvundurin av greinini, at sakin er ein av teimum mest fløkjasligu rættardømum í íslendskari rættarsøgu.

- Nógvar av teimum grundleggjandi pørtum í fólkarætti verða bjóðaðir av í hesum málinum. Eftir okkara meting, eydnaðist tað ikki dómstólunum at handfara hetta rætt, verður millum annað nevnt í greiningini.

Undrast á manglandi avleiðingar

Løgfrøðingarnir finnast bæði at myndugleikunum og dómstólunum.

Yvirrættinum kom til ta niðurstøðu, at handtøkan var í stríð við altjóða rætt, tí teir íslendsku myndugleikarnir ikki høvdu gjørt eina avtalu við teir donsku ella grønlendsku myndugleikarnar um, at ein handtøka varð gjørd uttanfyri íslendskt landaøki.

- Tað undrar okkum, hví tað ikki fekk nakrar avleiðingar fyri sakina, heldur Hlín Gísladóttir, sum er hin høvundurin.

Tá handtøkan fór fram varð avtalað, at danir skuldu senda sjóverjuskipið Triton til Íslands við grønlendskum løgreglufólki umborð. Men hendan ætlanin varð broytt, so tað endaði við, at tað var íslendska løgreglan, ið fór umborð á trolaran Polar Nanoq og handtók Thomas Møller Olsen.  

Einki alment loyvi at handtaka

Høvuðsniðurstøðan í greinini er, at eitt flaggland, í allarflestum førum, hevur serlig løgdømi yvir skip á opnum havi. Men her eru eisini undantøk. Til dømis kunnu krígsskip, sum hava heimild frá statinum, fara umborð á skip, ið eru til sjós, men bert um hetta er í tráð við altjóða lóg, og at hetta einans er gjørligt uttan so, at tað er ein rímiligur misstanki um piratkopiering, trælahandil ella ólógligar útvarpssendingar umborð.  

Í greinini kann lesast, at tað ikki var nøkur avtala millum Ísland og Danmark ella Grønland um heimildina at fara umborð á eitt far í fremmandum øki.

Tað merkir, at ein ágerð av hesum slag heilt greitt krevur eina góðkenning frá grønlendsku ella donsku myndugleikunum.

- Sambært málsfrágreiðingini varð ein góðkenning ikki givin, sigur Hlín Gísladóttir.

Tí er niðurstøðan í greinini, at handtøkan umborð á Polar Nanoq var ólóglig.