Løgeglan hevur havt lítið at gera í nátt

Tey halda, at søguliga úrslitið hjá landsliðnum í Berlin í gjárkvøldið, hevur eisini smittað tey, sum fóru í býin í gjárkvøldið

Áki Bertholdsen
14. januar 2024 kl. 10:15

Løgreglan hevur ikki havt nógv at gera í nátt. Løgreglan sigur, at tað var lítið fólk í býnum og tey sum vóru í býnum, vóru glað.

Tað eru einir 5.000 føroyingar í Berlin og stuðla landsliðnum í hondbólti, og tað er helst ein orsøk til, at so lítið av fólki hevur verið í býnum í Føroyum, sigur løgreglan.

Men tey halda eisini, tað er sum um at søguliga úrslitið í gjárkvøldið, har vit fingu javnleik ímóti veldugu hondbóltstjóðini, Noregi, eisini hevur sett síni spor í Føroyum.

– Fólk vóru glað í nátt, sigur løgreglan.

Tey leggja afturat, at tey hava heldur eingi frætt frá starvsfeløgunum í Berlin um allar teir 5.000 føroyingarnar, sum hava verið í Berlin - og tað taka tey sum eitt tekin um, at eisini har hevur lagið bara verið gott.

Løgreglan sigur, at tey hava ikkii havt nógv at gera. Tað einasta tey hava havt at gera, var at dempa ein mann niður, sum var so ólátaður, at hann var til ampa. Tað fær hann 1.500 krónur í bót fyri.