Útlendskir miðlar skriva í morgun, at kring alt Ukraina hava loftávaringar ljóðað í morgun, og tí verður spekulerað um eitt russiskt álopskríggj í úrtíð – uttan at nakar heilt hevur lagt tað til merkis.
Mett hevur annars verið, at Russland enn var í holt við at herbúgva seg og gera herin til reiðar til várið kom, áðrenn herurin fór at taka seg inn Ukraina aftur.
Men meðan fokus hevur verið at herbúgva Ukraina við alskyns vápnum, stríðsvognum og flogførum seinastu tíðina, so kann Russland hava sett í verk álop í eystara partinum av Ukraina, heldur serfrøðingur.
– Nú stríðast hermenn frá bygd til bygd, skrivar útsendi tíðindamaðurin hjá Berlingskes Peter Suppli Benson.
– Meðan nógvir vesturlendskir hernaðarserfrøðingar væntaðu, at russar ikki fóru at leypa á aftur fyrr enn í vár, tá kavin og frostið er burtur, runan tornað, so er tað meira og meira, ið týðir á, at Russland longu er í gongd, sigur hann við Berlingske.
Í morgun hava fleiri loftávaringar verið í Kyiv og í økinum kring høvuðsstaðin, greiða eygnavitni frá. Býarstýrið í Kyiv upplýsir fyri Kyiv Independent, sambært Berlingske, at ukrainska loftverjan hevur verið sera aktiv í morgun, og hevur skotið niður rakettir.
Fólk í Ukraina hava fingið boð um at halda seg innandura.
– Rakettálopini eru ein stór hóttan. Ikki ignorera loftávaringarnar, skrivar ráðgevi hjá forsetanum í Ukraina.
The Kyiv Independent skrivar eisini á Twitter, at fleiri rakettálop hava verið móti streymveitingum í øllum landinum.