Lockdown fyri bert tey ókoppsettu

Ókoppsettir eysturríkar skulu halda seg við hús, og teir sleppa bert út, skulu teir til arbeiðis ella til handils ella onnur átroðkandi ørindi. Talan er um neyðug stig, sigur kanslarin í Eysturríki, har bert 65 prosent av fólkinum er koppsett.

Steinar Patursson
15. november 2021 kl. 13:30

Eysturríki hevur nú tikið avgerð um at innføra sokallað ”lockdown” fyri ókoppsettar eysturríkar, ið inniber at ókoppsettir eysturríkar sleppa bert frá húsum fyri ítøkilig endamál, so sum at keypa inn og at fara til arbeiðis.

Koronusmittan er av álvara farin at herja á í Evropa aftur, og í Eysturríki eru sambært BBC bert um 65 prosent av fólkunum fult koppsett, og Eysturríki telist millum londini í Vesturevropa við lægst koppsetingartølum.

Í Eysturríki eru smittutølini uppi á 800 fyri hvørji 100.000 í sjey dagar, og hetta er millum hægstu smittutøl í Vesturevropa.

Hetta hevur fingið eysturríksku stjórnina at taka til teir hørðu streingirnar og seta í verk ógvisligar avmarkingar fyri tey ókoppsettu.

- Hetta er ikki eitt stig, ið vit taka við løttum, men tíverri er hetta neyðugt, sigur eysturríkski kanslarin, Alexander Schallenberg sambært BBC.

Eva Schernhammer, professari á medisinska universitetin í Wien, sigur við BBC, at sjúkrahúsini í Eysturríki eru undir stórum trýsti, og at mett verður, at um tvær vikur eru tey full.

Ókoppsett í Eysturríki sleppa frammanundan ikki á matstovur, biografar og til frisør, men nú skulu tey fyri tað mesta halda seg við hús.

Eysturríkska heilsumálaráðið hevur boðað frá, at revsingin fyri at bróta koronureglurnar fyri ókoppsett verður ein bót á 500 evrur, ið er okkurt um 3.700 krónur.