LM Kring Føroyar 2022

Í dag, mikudagin 25. mai, byrjar stóra súkklukappingin LM Kring Føroyar sett í gongd, tá súkklarar fara um startin í Miðvági. Frammanfyri sær hava tey fimm dagar av súkklukapping kring Føroyar

Tíðindaskriv
25. mai 2022 kl. 10:46

LM Kring Føroyar er størsta og mest virda súkklukapping her á landi, og spenningurin er stórur, hvussu leikur fer. Hvussu er støðið, og eru tað vanligu favorittarnir, ið aftur fara at gera seg galdandi?

Fyrsta dagin verður súkklað frá FK í Miðvági til Bíggjar og aftur til Miðvágs. 

Kristi himmalferðardag gongur leiðin inn í Eysturoynna, har byrjað verður í Norðskála um Eiðiskarð og so víðari til Klaksvíkar, har málið er við Effostøðina í Klaksvík. 

Triðja dagin, fríggjadagin, verður kappast á Viðoynni, har súkkla verður úr Hvannasundi gjøgnum bergholið til Viðareiðis og eftir gamla vegnum móti Hvannasundi. Hesin teinur verður súkklaður seks ferðir. 

Fjórða dagin er tað Suðuroyggin, ið leggur vegir til LM Kring Føroyar. Byrjað verður á Effostøðini á Tvøroyri og súkklað verður til Hvalbiar og aftur, umvegis Hov og Porkeri, umvegis Vág til Sumbiar, Lopra til Vágs, har málið er við Effostøðina í Vági.

Seinasta kappingardagin verður byrjað og enda við Leif Mohr á Hoyvíksvegnum í Havn. Koyrt verður gjøgnum Kaldbakstunnilin til Hósvíkar og heimaftur eftir Oyggjarvegnum aftur til Leif Mohr, her koyrt verða tvey umfør á Hoyvíksvegi, Smyrilsvegi og Staravegi, áðrenn endaligi vinnarin kann verða kosin. 

Súkklararnir koma væntandi á mál umleið klokkan 16.

Pylsuvognur verður á parkeringsøkinum hjá Leif Mohr, har teir spentu áskoðararnir kunnu fáa sær eina pylsu meðan teir bíða. Eisini verður okkurt leskandi at sløkkja sær tostan við.