Liz Truss tekur við sum forsætisráðharri

Tað bleiv Liz Truss, sum loysir Boris Johnson av sum floksformann í Konservativa flokkinum. Hon er samstundis eisini nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi

(Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
5. september 2022 kl. 13:03

Konservativi flokkurin í Bretlandi hevur júst sín nýggja leiðara, sum harvið eisini skal stjórna Bretlandi fram til komandi val.

Valið fall á Liz Truss.

Hon loysir Boris Johnson av, sum í juli kunngjørdi, at hann tók seg aftur sum leiðara í flokkinum og harvið eisini sum forsætisráðharra. Hetta hendi, eftir at sonevnda “Partygate” gjørdist ov tyngjandi fyri Boris Johnson. So mikið tyngjandi, at hansara egnu limir í flokkinum í bretska tinginum vendu honum bakið.

Tí skuldi flokkurin í dag velja nýggjan leiðara, og valið fall á 47-ára gomlu Liz Truss, sum nú kann fyrireika seg at flyta inn í Downing Street nummar tíggju.

Risa uppgávu fyri framman
Alt Evropa stríðist við einari orkukreppu í løtuni, og tað ger Bretlandi so sanniliga eisini. Hetta hevur eisini ávirkað “valstríðið” í Konservativa flokkinum, nú avloysarin hjá Boris Johnson skuldi finnast.

Í samrøðu við bretskt sjónvarp í gjárkvøldið kom eisini hetta evni upp at venda, hvussu hon og stjórnin megna at forða fyri, at bretska fólkið bukkar undir hækkandi orkuprísum og inflatión.

– Um eg verði vald (sum hon so er nú, red.), so fari eg beinavegin at hyggja eftir, hvussu vit gera í samband við vaksandi orkuprísir og hvussu vit gera við orkuveitingarnar, sigur hon.

Tó kom hon ikki inn á, hvat ítøkiliga hon fór at gera, men sigur, at ein ætlan verður løgd fram í komandi viku.