Liz Truss hevur fyri løtu síðan boðað frá, at hon leggur frá sær sum forsætisráðharri í Bretlandi.
Hon náddi at vera forsætisráðharri í Bretlandi í 44 dagar, og er harvið tann forsætisráðharrin í Bretlandi, ið hevur sitið stytst í embætinum.
Liz Truss helt fyri løtu síðan tíðindafund, har hon kunngjørdi, at hon fer frá. Á stutta tíðindafundinum segði hon eisini, at tað verður ein atkvøðugreiðsla í Konservativa flokkinum, so ein nýggjur leiðari – og harvið eisini ein nýggjur forsætisráðharri – kann finnast.
Nógv hevur verið skrivað og sagt um Truss og hennara stjórn hesar seinastu dagarnar. Hon koyrdi sín fíggjarmálaráðharra, Kwasi Kwarteng, frá í síðstu viku.
Nýggi fíggjarmálaráðharrin, Jeremy Hunt, kastaði allar ætlanir, sum bretska stjórnin annars skuldi fremja – so sum stórar skattalættar og aðrar búskaparligar broytingar – frá sær.
Og so seint sum í gjár bleiv Liz Truss tráspurd í bretska undirhúsinum, um hon yvirhøvur var egnað at vera forsætisráðharri. Til hetta svaraði hon ja, og segði seg eisini vilja stríðast fyri, at hon bleiv sitandi í embætinum.
Men í dag kunnger Truss, at hon hevur upplýst fyri Karl kongi, at hon sigur embætið sum forsætisráðharri frá sær.
Nýggjur forsætisráðharri og formaður í Konservativa flokkinum verður valdur innanhýsis í flokkinum einaferð í næstu viku, og Liz Truss verður sitandi til tá, boðaði hon frá á tíðindafundinum.