Klumman: Liviligt og lívsjáttandi lívskvøld

Tá byrjað var við hesum klummum var avtalað, at tær skuldu snúgva seg um lívið sum pensionistur. Tað byrjaðu vit eisini við, men tað vísti seg tó skjótt, at vit høvdu alt millum himmal og jørð at hugleiða um

Karin Kjølbro
27. august 2020 kl. 15:30

Tá byrjað var við hesum klummum var avtalað, at tær skuldu snúgva seg um lívið sum pensionistur. Tað byrjaðu vit eisini við, men tað vísti seg tó skjótt, at vit høvdu alt millum himmal og jørð at hugleiða um.

Hetta kom mær aftur til hugs, nú so nógv hevur verið skrivað, at hoyra og at síggja í summar um óvirðiliga og niðrandi viðferð frá starvsfolkum av avíkavist eini gamlari konu á einum røktarheimi í Århus og einum manni í Randers, har TV2 hevur verið við fjaldari mikrofon og myndatóli, eftir at avvarandi í longri tíð høvdu gramt seg og kært sína neyð fyri blaðnum. Og víst var tað syndarligt og syrgiligt, tað sum var farið fram.

Sum skilst, so er ein avleiðing av hesi gølu, at starvsfólk á røktarheimum sum heild verða niðrað og hótt av avvarandi har um leiðir, sum um øll nú eru bartrog.

Mundi neyvan vera hin einasta, ið hugsaði, gott at slíkt ikki fer fram her hjá okkum, hóast vit eyðvitað hava okkurt at stríðast við á økinum.

Korona hevur m.a. køvt lívsdygd hjá gomlum á eldrastovnum, ið ikki hava fingið vitjan, tí tey, sum hava ábyrgd, vilja verja tey. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur givið ilt av sær egna vegna, og kommunurnar hava verið í øðini inn á landsstýrið, ið tey siga, hevur verið ógreitt í sínum tilmæli um Koronu.

Ein heimsfarsótt kann ikki annað enn føra við sær undantaksstøðu á fleiri pallum í landinum. Nógva staðni í heiminum er munandi verri statt enn her hjá okkum. Í staðin fyri at klandrast kundu vit roynt at orðað ein politikk, sum sigur, at vit mugu ikki lata møguleikarnir, ið eru í eini kreppu, fara til spillis av ósketni. Veruleiki er, at tey flestu hava meiri tíð í gerandisdegnum.

Biskuppur skrivar seinasta vikusskifti um dýrabara gráa gullið og týdningarmiklu fakligu førleikarnar, sum vit eiga á økinum og sum vit skulu virða. Rætt hevur hann. Sjálvandi nevnir hann einsemi hjá teim gomlu, ið eisini var til, áðrenn Grækarismessu í ár og spyr, hvar vóru vit sjálvi, +60arar, tá brúk var fyri okkum á hesum palli?

Annars var eitt stak áhugavert tiltak, ið var nevnt, tá dagstovnarnir vóru afturlatnir í fyrru Korona atløgu, at pedagogar fóru út á Ellis-og røktarheimini - ikki til at arbeiða - men til at vera har og tosa við tey gomlu. Sakni at frætta, hvussu tað riggaði, hóast tíðin var avmarkað.

Samstundis hava øll, sum eru 60+arar í Havn í hesum døgum fingið kunning og umbøn frá Býráðnum um at stilla upp til eldraráðið, ið hevur fimm limir og fimm varalimir og hevur til endamáls at ráðgeva Býráðnum í eldrapolitiskum spurningum.

Samanumtikið fakkunnleikin, eldraráðið og tey avvarandi skulu ganga hond í hond, og vit, sum eru pensionistar og búgva heima, mugu royna at liva tað góða og sjúkufyribyrgjandi lívið, passa uppá okkum og eftir hvør øðrum. Áhugavert, at 83 ára hálvblindi Óli Petersen í eini handavending ger eina skemtitekning, tá tað frættist, at avgerðin eftir navnakappingina í vár um sjúkrahúsverkið er tikin, og navnið verður sjúkrahúsverkið. Kanska duga vit øll okkurt, ið kann veita ugga til gomul á stovnum. Vit kundu t.d. skriva eitt bræv. Hvørki tey gomlu á røktarheimum ella vit, sum búgva heima, hava gloymt gleðina við at fáa eitt bræv, sum kemur við postinum og er "til mín og bert mín". Og brøv kunnu lesast umaftur. Ella vit ringja og siga frá tíðindum og tosa um gamlar dagar. Vit kunnu eisini vera takksom fyri í hesum um allan heim búskaparliga so ótryggu tíðum, at fíggjarliga grundarlagið undir gerandisdegnum hjá vanligum ikki útiarbeiðandi pensionistum er óbroytt hóast Koronu.