Fyrr í hesum mánaðinum bóru vit tíðindini um, at møguligi avloysarin hjá Jürgen Klopp í Liverpool eitur Rubem Amorim, sum í dag er venjari hjá portugisiska felagnum Sporting.
Nú skrivar bretski miðlin TeamTalk, at West Ham eisini eru áhugaðir í Rubem Amorim, og at teir kunnu geva Liverpool kapping. Ein møguleiki er eisini, at Rubem Amorim verður verandi í Sporting. Tí hyggja Liverpool nú eftir øðrum møguleikum, og sambært TeamTalk, er danin Thomas Frank ovast á listanum.
Thomas Frank er venjari hjá Brentford, har hann hevur verið síðani 2018. Tá spældi liðið í Championship, sum er næstbesta deildin í Onglandi. Liðið flutti upp í Premier League í 2021, og síðani tá hevur Thomas Frank megnað at stabiliserað liðið í deildini.
50-ára gamli danski venjarin hevur fingið nógv rós fyri síni avrik, og fleiri hava mett tað bara at vera ein spurningur um tíð, áðrenn hann fer víðari til eitt størri felag. So er spurningurin, um tað verður Liverpool.