Síðan hann kom til Anfield í 2015 hevur Jürgen Klopp verið ein sólskinsøga fyri The Reds.
Nú er stóri spurningurin hvør verður nýggi venjarin hjá Liverpool.
Størsti favoritturin er fyrrverandi Liverpool spælarin Xabi Alonso, sum klárar seg væl í Leverkusen í Týsklandi.
Leverkusen liggur nummar eitt í Bundesliguni og hevur enn ikki tapt í hesum kappingarárinum.
Nummar tvey er Pep Lijnders, sum í løtuni er hjálparvenjari hjá Jürgen Klopp. Tó er tað ósannlíkt at hann tekur yvir, tí Liverpool hevur boðað frá, at hann fer frá felagnum í summar.
Næstu favorittarnir eru Roberto De Zerbi hjá Brighton og Steven Gerrard, sum stendur á odda fyri Al Ettifaq. Úrslitini hjá Gerrard í Saudi-Arabia hava verið vánalig, og Liverpool legendan hevur júst skrivað undir tvey ára sáttmála við felagið. Tí er tað lítið sum bendur á, at Steven Gerrard kemur heim til Anfield í summar.
Niðanfyri eru teir sjey favorittarnir hjá veddingarfyritøkunum:
Xabi Alonso – 2,75
Pep Lijnders – 4,50
Roberto De Zerbi – 9,00
Steven Gerrard – 9,00
Julian Nagelsmann – 11,00
Luis Enrique – 14,00
Ange Postecoglou – 15,00