Eftir fýra minuttum vóru Liverpool á odda, eftir máli frá Darwin Nunez, sum annars ikki hevur verið nær við stórspælandi seinastu umførini. Tíggju minuttir seinni gjørdi málmaðurin hjá Real Madrid, ið vanliga verður hildin at vera av heimsins bestu málverjum, Thibaut Courtois, ein brølara av teimum heilt stóru og tá var Mohamed Salah skjótur av prika bóltin í netið.
Lítið korter seinni svarar Vinicius Junior aftur, við uppleggi frá Karim Benzema og eyðmýkir málmannin Alisson Becker við einum skrúvuskoti, setur hann bóltin í handaru stong og inn í netið. Tað skuldi heldur ikki ganga meir enn eitt korter meira, so var aftur mál. Hesaferð ger málmaðurin hjá Liverpool, Alisson Becker, ein eins stóran brølara sum Courtois gjørdi eitt korter frammanundan. Tá verður Vinicius Junior faktiskt raktur av eini harðari avlevering frá Liverpool málmanninum, og bólturin fer í mál.
Tá ið liðini bæði komu inn á vøllin til seinna hálvleik, vóru vit óiva nógv, ið væntaðu okkum ein spennandi dyst. Men soleiðis gjørdist tað als ikki. Tað gingu einans tríggir minuttir, so var aftur mál. Frá hesum gingu ikki meiri enn 20 minuttir, so vóru Liverpool FC fullkomiliga úrlatnir av Real Madrid, við trimum málum frá Eder Militao og tveimum frá Karim Benzema. Fram til dystarlok fingu vit ikki nógv undirhald fyri pengarnar og støðan endaði 5-2 til Real Madrid.
Hetta var fyrsta umfar av áttandaparts-finalunum. Næsta umfar fevnir yvir tvær vikur, frá 8. mars til 15. mars. Liverpool fær møguleikan at hevna seg aftur móti Real Madrid 15. mars, á Santiago Bernabeu.