Á Psykiatriska deplinum hava tey sett sær fyri at rógva til Suðuroyar, nú ABC-vika fyri sálarligari heilsu er hesa vikuna. Tilsamans seks rógvimaskinur standa frammi ymsastaðni á deplinum, sum sjúklingar, starvsfólk og onnur er vælkomin at brúka.
- Eg havi sitið nógvar tímar á rógvimaskinum og at byrja við, hataði eg tað, segði Livar Nysted flennandi, tá hann vitjaði í ergoterapiini á deplinum fyrradagin.
- Men so fann eg útav at droyma meg burtur, meðan eg róði. Eg sá fyri mær at eg var á havinum, hoyrdi aldurnar spæla og fuglarnar láta. Onnur seta ein sang frá, meðan tey rógva og tá sangurin er liðugur, hevur tú longu róð hálvan kilometur. Og viðhvørt kanst tú fáa illsinnið burtur við at rógva, legði havrógvarin smílandi aftrat, áðrenn hann setti seg á rógvimaskinuna, sigur Livar við heimasíðuna hjá Sjúkrahúsverkinum.
Hava fingið uppí leypar av maskinum
Herfyri vóru starvsfólk á Psykiatriska deplinum og greiddu frá átakinum í útvarpssendingini Góðan morgun Føroyar. Tá manglaðu maskinur og fyritøkur og fólk, ið vildu læna deplinum eina maskinur, vóru vælkomnar at boða frá.
Tá samanum kom komu ríkiligt av maskinum og starvsfólkini máttu takka nei til fleiri, ið bjóðaðu rógvimaskinur til láns.
Partur av ABC-vikuni fyri sálarligari heilsu
Tað var Tormóður Stórá, depilsleiðari, sum bjóðaði vælkomin, tá fyrstu tøkini skuldi takast. Væl av fólki vóru komin saman, bæði sjúklingar og starvsfólk. Hetta tiltakið er eitt av mongum, nú ABC-vika fyri sálarliga heilsu verður markerað á Psykiatriska deplinum.
ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum.
Les meira um ætlanina á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.
Kelda: www.ls.fo/Sjúkrahúsverkið