Livandi Tilfeingi: Framsýning og søla av føroyskum handverki

Í vikuskiftinum, 3.-5. desember, verður aftur skipað fyri hugnaliga vetrartiltakinum, Livandi Tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum í Havn

Tíðindaskriv
3. desember 2021 kl. 09:08

Talan er um serføroyskt tiltak við framsýning og sølu av staðbundnum dygdarhandverki: Leir, træ, glas, jarn, klæði og góður matvørur frá føroysku bygdunum.

Tey, ið luttaka í ár, eru

Umframt framsýning og sølu av føroyskum handverki, verða aðrir táttar á skránni. Eitt nú fer leygarmorgunin at snúgva seg um staðbundnað ostahandverkið. Jóan Pauli Joensen fer at hugleiða um mjólk og ost í Føroyum, og síðani verður verkstova við heimskenda ostaframleiðaranum, David Asher ( Black Sheep School ).

Livandi Tilfeingið er opið fríggjadag frá 15 til 19, leygardag frá 10 til 19 og sunnudag frá 14 til 19 .

Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið í Perluni og Reinsarínum í vikuskiftinum.

Tilmælini frá landsins myndugleikum verða fylgd, og tí er neyðugt at vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.