Lív og Óluva fingu sálarheilsuvirðislønina

Lív hevur seinastu 14 árini arbeitt sum fysioterapeutur og Óluva seinastu 24 árini sum sjúkrarøktarfrøðingur

Landssjúkrahúsið
11. oktober 2024 kl. 20:59

Sálarheilsuvirðislønin 2024 hjá Sinnisbata í sambandi við altjóða sálarheilsudagin varð latin Lív Egholm og Óluvu Poulsen, ið starvast á Psykiatriska depilinum á Landssjúkrahúsinum.

“Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum starvast fleiri dugnalig fólk, ið veruliga brenna fyri teirra yrkjum. Gerandishetjur, sum hava so stóra ávirkan á gerandisdagin og lívið hjá nógvum fólkum.

Við sálarheilsuvirðislønini 2024 ynskja vit at heiðra Lív Egholm og Óluvu Poulsen, sum í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði. Lív hevur seinastu 14 árini arbeitt sum fysioterapeutur og Óluva seinastu 24 árini sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tær eru nærlagdar, róligar og hava báðar ein serligan eginleika at síggja heila menniskjað og knýta sambond.”

Hjartaliga til lukku tit báðar, skrivar Landssjúkrahúsið.