Lív og Annelisa heiðraðar í Tofta skúla

Tær báðar hava í nøkur ár arbeitt við at gera undirvísingartilfar til hádeild í føroyskum

Tofta skúli
5. november 2024 kl. 10:42

Fríggjadagin 1. november 2024 varð hátíðarløta hildin í Tofta skúla fyri Lív I. Magnussen og Annelisu Rasmussen.

Umframt sangframførslur, upplestur úr Dropar 7, so heilsaði Durita Jakobsen, skúlastjóri, teimum við eini røðu. Durita segði m.a., at meðan vit øll hildu heystfrí fyri tveimum vikum síðan, bórust tíðini úr Týsklandi, at Lív I. Magnussen og Annelisa Rasmussen høvdu vunnið stóran heiður.

Tær báðar hava í nøkur ár arbeitt við at gera undirvísingartilfar til hádeild í føroyskum. Henda bókarøð kallast Dropar og tann fyrsta kallast Dropar 7. Tað var fyri hesa bók, at tær báðar vunnu henda stóra heiður.

Tað er felagsskapurin EEPG (European Educational Publishers Group), sum skipar fyri BELMA (Best European Learning Materials Awards), og sum á hvørjum ári heiðrar bestu útgávurnar til ymsu árgangirnar. Dómsnevndin hevur í síni meting lagt dent á ymisk viðurskifti, sum tala fyri at heiðra Dropar 7 við fínasta metallinum.

Eitt nú fær bókin stórt rós fyri bygnað, aldurssvarandi tekstir, javnstøðu millum mannligar og kvinnuligar høvundar og høvuðspersónar, fjølbroyttar lesihættir og arbeiðshættir sum heild. Harafturat fær bókin stórt rós fyri sítt grafiska snið, sum stimbrar lesihugin og bjóðar hugflognum hjá næminginum av. Sagt verður um sniðið, at tað bæði er modernað og nýhugsandi í síni myndprýðing, skriftslagi og skiftandi uppsetingum, sum lyfta bókina til eina visuella uppliving á høgum støði.

Sagt verður eisini, at høvundar og ritstjórn gleðast um heiðurin. Handan bókina liggur drúgt arbeiði og gott samstarv millum fólk, sum kenna málbólkin allarbest: lærarar, sum hvønn dag eru um næmingarnar í skúlastovunum.

Durita vísti á, at tað er við gleði og stoltleika, at vit í Tofta skúla heiðra hetta flotta avrikið hjá Lív og Annelisu. Tað at vinna ein tílíkan heiður fyri útgivið undirvísingartilfar er eitt megnaravrik, og tað ber boð um teirra skapandi evni og harða arbeiði.

Teirra fakliga dugnasemi er stórt, og teirra evni til at hugdýpa seg í torførum uppgávum og breiða tær út á ein greiðan og eldhugaðan hátt, hevur ríkað okkara fólkaskúlaumhvørvi og eisini kveikt bæði starvsfelagar og næmingar.

Í Tofta skúla eru vit errin av at hava Lív og Annelisu sum part av okkara skúla. Teirra brennandi hugur fyri læring og frálæru í undirvísingini ávirkar bæði stór og smá.

Við hesum avriki hava tær báðar skriva teirra nøvn inn í føroyska søgu um frálærutilfar. Tær hava framleitt nakað, sum onnur kunnu stýra eftir og sum setur kósina fyri frálæru framyvir. Teirra hugflog og nýhugsan er eyðsýnd og vísir okkum á leið, hvussu frálara kann verða bæði hugvekjandi og virkin.

Til seinast ynskti skúlastjórin Lív og Annelisu til lukku við heiðrinum og takkaði teimum fyri hetta flotta avrikið.

Til seinast fingu Lív og Annelisa gávur og blómur handaðar frá skúlastjóranum.

Eisini bar Eilin Anthoniussen, ritstjóri, fram eina heilsan til tær báðar, og handaði teimum eina gávu, og steypið, ið tær fingu fyri heiðurin.