Lív Maria Róadóttir Jæger í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Uppskotið frá føroysku tilnevningarnevndini at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er yrkingasavnið "Eg skrivi á vátt pappír" eftir Lív Mariu Róadóttur Jæger. Forlagið Eksil gav bókina út í 2020

Tíðindaskriv
25. februar 2021 kl. 11:41

Í grundgeving skrivar nevndin m.a, at yrkingarnar í bókini eru festar í viðurskifti millum menniskju og í sambond við tekstir hjá øðrum yrkjarum, høvundum og heimsspekingum. Í støðum eru yrkingarnar einfaldar og greiðar, næstan sum vóru tær neyvar greiningar av hugtøkum ella fyribrigdum í gerandisdegnum, og so brádliga verður málið sansaligt, ein eygleiðing verður tulkað ella eitt minni verður til eina mynd. Yrkjaraegið er barn, tannáringur, lesandi, vaksin, men sjónarhornið í yrkingunum er støðugt kannandi. 

Ávís viðurskifti og persónar ganga aftur, týdningarmest av øllum er ein omma, “saftiga reyðgul”, og barn hennara, sum druknar í eini á.

Tað er ikki lætt at skriva á vátt pappír. Vátt pappír ger mótstøðu. Tað sýgur skriftina í seg. Orðini loysast kanska upp og fara at líkjast øðrum orðum enn teimum, sum ætlanin var at skriva. Tann, sum upplivir, sansar, sær og hugsar í yrkingunum hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger, skrivar á vátt pappír. At skriva og at skilja er eitt høvuðsevni í yrkingunum.

Allur teksturin um savnið kann lesast á heimasíðu Norðurlandaráðsins her.