Fríggjadagin boðaði Tryggingarfelagið LÍV frá, at tey nú fara undir at byggja leiguíbúðir á Argjum.
Í dag boðar tryggingarfelagið frá, at saman við Sp/f Kanjon eisini fara at byggja 30 leiguíbúðir í miðbýnum Klaksvík. Verkætlanin, ið er ment saman við Kanjon og SNA, fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli. Avtala er gjørd við P/F Nema, ið kemur at hava handil og skrivstovu í hølunum.
- LÍV hevur leingi havt eitt ynski um at virka á og stuðla uppundir leiguíbúðarmarknaðin, og hevur við hesi avtalu nú gjørt avtalur um íalt 85 leiguíbúðir í Havn og í Klaksvík. Arbeitt verður við at finna eina smidliga loysn til møguligan biðilista og umsiting av leigumálunum. Kunna verður nærri, tá ið íbúðirnar vera klárar at leiga út, sigur LÍV í tíðindaskrivi.
Fyrsta stigi í hesum arbeiði væntast at fara í gongd beinanvegin og verða íbúðirnar væntandi klárar at taka í nýtslu á sumri 2026.
- Hetta er eisini eitt neyðugt stig, tí sambært Búskaparráðnum, er mangulin uppá bústaðir ein týðandi fløskuhálsur. Somuleiðis hevur Klaksvíkar Kommuna víst stóran áhuga í at nøkta tann økta bústaðartørvin í kommununi og hevur verið ein týðandi viðspælari í tilgongdini til hesa verkætlan, sigur LÍV í tíðindaskrivi.
Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, sigur, at endamálið hjá LÍV er at tryggja kundum felagsins eina munagóða virðisøking av teirra eftirlønaruppsparing, og at íløgurnar eisini skulu koma kundum felagsins, og føroyska samfelagnum, til góðar.
- Leiðslan hjá LÍV er sannførd um, at við hesi verkætlan, verða hesi málini nádd, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Lív.