Teir ungu vísa vegin!
Tann gylti hondbólts-árgangurin blívur bara við við at bergtaka okkum øll, og tað gjørdi U20-landsliðið eisini í dag, tá Føroyar vann 33-32 móti Danmark, sum verður mett at vera millum fremstu hondbóltstjóðir í heiminum, í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum, sum er í Portugal í hesum døgum.
Talan var um sera javnan dyst, har liðini fylgdust væl gjøgnum dystin.
Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 15-15.
Í seinni hálvleiki hildu liðini fram við at fylgjast, men ta einu løtuna høvdu danir hug at fara undan, men okkara menn ótu fýra máls leiðsluna upp og miðskeiðis í seinna hálvleiki løgdu føroyingar seg framum, og við einari málleiðslu upp á eitt ella tvey mál, nærkaðist stóra sensatiónin – ella kunnu vit longur kalla tað tað? Tí okkara ungu mans virkaðu óvanliga kaldir og tóktust at hava tamarhald á støðuni, hóast danir fóru at mansverja okkara stóru stjørnu, Elias Ellefsen á Skipagøtu, men tá tók systkinabarnið, Óli Mittún yvir.
Men tað vóru fleiri aðrir leikarar, ið stóðu sterkt í myndini. Hákun West av Teigum var góður á vonginum, Pauli Mittún stríddist sera væl og Pauli Jacobsen mestum stongdi føroyska málið eina løtu í seinna hálvleiki, so endaliga úrslitið gjørdist ein 33-32 sigur til føroyingar.
Føroyar eru komnar í sterkan bólk í EM-endaspælinum í Portugal. Tí umframt Danmark, so eru hini liðini í bólkinum Slovenia og Ungarn. Føroyar spæla í morgin móti Slovenia, sum eisini verður roknað sum eitt sera gott lið, men við hesari frálíku byrjanini, so kann hetta U20 EM-endaspælið við monnum gerast sera spennandi – sæð við føroyskum brillum.
Kringvarpið vísir dystirnar, sum eisini verða vístir á stórskíggja í Vágsbotni. Skráin sær soleiðis út komandi dagarnar:
Fríggjadagin 8. juli klokkan 12.00: Føroyar – Slovenia
Sunnudagin 10. juli klokkan 12.00: Ungarn – Føroyar