Lítla Dímun er ikki eitt stað at fara sunnudagstúr

Formaðurin í Lítlu Dímun bjóðar Aksel og Høgna í oynna saman við Dímunarmonnum

Róin Schrøter formaður Lítla Dímun
1. februar 2024 kl. 11:11

Heitið á lógini er tíðarhóskandi, og hóskar inn í trendin í samfelagnum í dag. Poetiskar orðingar lýsa lógina, og eru blivnar grundarsteinurin undir lógini, siga ávísir politikkarar.

Lítla Dímun hevur havt burðardygga ferðavinnu í nógv ár.

Lítla Dímun er ein reint privat oyggj, keypt við reiðum peningi frá tí almenna í ár 1850.

Okur kenna øll økir í grannalondum okkara, ið eru privat, strendur eru avstongdar, tí tær eru privatar, eisini eru skógarøki privat. Hendan rætt hava vit sambært grundlógini.

Oyggin hevur 48 eigarar, hesir koma úr øllum Føroyum í dag. Hesir eigarar velja eitt stýrið, og ongin er betur enn hetta stýrið, at taka støðu til hvør skal á vandamiklu oynna.

Síðan 2006 hava vit uppbygt eina niðurfalna oyggj, har vit hava gjørt skipaðar ferðir við føroyskum ferðafólkum. Áðrenn 2006 gingu fólk fyri vág og vind á niðurfalnu oynni. Ikki tóku landsins myndugleikar ella kommunalir myndugleikar um endan á hesi privatu oynni í 2006, allarhelst tí hon var privat. Men vit eigarar megnaðu tað við nýhugsan, nevniliga at skipa fyri ymiskum ferðum til í dag, tveimum sløgum av ferðum.

Havi fyrr lýst hví vit fóru undir skipaðar ferðir, nevniliga tí at alt var frítt, og onki høpi var í, serliga ikki við trygdini.

Okkara royndir vísa heilt klárt, at tað er ongin munur á føroyingum og útlendingum, og Lítla Dímun er ikki eitt øki, har man kann fara ein sunnudagstúr. Bæði føroyingar og útlendingar skulu hava líka tænastu frá okkum, fyri at ferðast trygt og føla seg trygg í oynni. Hetta gjalda teir fyri, og hetta er tað ið ger, at Lítla Dímun er væl hildin í dag.

Enn einaferð, út frá áralongum royndum, skal ongin í Lítla Dímun uttan ein ferðaleiðara, sum er góðkendur av stýrinum, ið eisini stendur við ábyrgdini.

Við hesum vil eg bjóða Aksel Johannesen, løgmanni, og Høgna Hoydal, landsstýrismanni, við okkum Dímunarmonnum, túr í oynna í vár, soleiðis at tit skilja ytsta útjaðaran við gleði og alvor, og ikki bara lurta eftir massamongdini í miðstaðarøkinum, sum neppa skilur ytsta útjaðaran.