Lítil steinur – stórt navn

Serliga skerið á myndini, sum er tikin í Klaksvík í 1925, hevur eina helt serliga søgu

Óli Olsen
24. november 2017 kl. 13:44

Myndin av Klaksvík her á síðuni er tikin á heysti 1925, sigur J. Símun Hansen í bókini: ”Havið og vit,” 1960. Fiskiflotin var stórur, men vaks enn meir, nú grønlandsfiskiskapurin tók seg upp. Menn fingu sær størri skip, serliga skonnartir, at fara longu leiðina vestur um hav.

J. Símun Hansen nevnir skipini á myndini í hesi raðfylgju vinstrumegin frá: Zion, William Clowes, Fugloy, Sigurfari, Viðoy, Boreas, Carlton og helst Gudrun.

Seglini vóru framvegis álitið, men fóru spakuliga at víkja fyri motorinum. Fyrstu motorarnir vóru smáir, ætlaðir at hjálpa seglunum, men vórðu síðan størri. Samstundis fingu sluppirnar stýrihús.

Nógvar sluppir vórðu søktar í dýpið, tá ið tær ikki dugdu meir. Men tvær hóraðu undan, Johanna og Westward Ho. Tær eiga sín lut í, at Føroyar fóru frá bóndasamfelagi til fiskivinnusamfelag.

Sluppin Johanna var í 1884 smíðað í Rye, Suðuronglandi, og nevndist tá Oxfordshire. Jákup Dahl á Gørðunum í Vági keypti hana úr Onglandi í 1894 og nevndi hana Johanna eftir konu síni. Sluppin fekk í 1930 ein 37 hesta scandia motor. Í 1951 fekk hon ein 95 hesta hundested, sum í 1965 varð skiftur út við ein 200 hesta volvo-penta.

Westward Ho var smíðað í 1884 í Grimsby. H. G. Thomsen á Tvøroyri keypti hana úr Onglandi í 1895. Seinast í 1920-árunum fekk hon ein 40 hesta tuxham motor. Í 1947 var hann skiftur út við ein 118 hesta hundested; í 1970 fekk hon ein 77 hesta mercedes benz og í 2005 ein 210 hesta volvo-penta.

Johanna og Westward Ho royndust drúgvar sum fiskifør, og tá ið tíðin kom, vórðu tær umvældar frá grundini og fingu upprunaliga rigningin aftur. Um summarið sigla tær regattasigling um oyggjarnar og vitja sjóvinnu- og sjómannatiltøk innan- sum uttanlands.


Lítil steinur – stórt navn

Men tað var skerið á myndini – og serliga mannin við navninum – vit ætlaðu at siga eitt sindur um. Heimildarmaður í Klaksvík sigur, at hetta er Waagstein. Hann sigur eisini, at skerið í 1920-árunum varð sprongt burtur at geva pláss fyri motorbátunum at liggja fyri teymi.

Dópsnavn Jógvan Waagsteins var Joen Joensen, føddur í Klaksvík 04.09.1879, deyður í Havn 15.12.1949. Um 1902 fekk hann sær navnið Waagstein. Blaðungur fór hann til Havnar at læra urguspæl í Havnar kirkju, og norðurafturkomin fór hann at leika urgu í Klaksvíkar kirkju.

Hóast hugurin stóð til listina, fór hann til Danmarkar at fáa sær læraraútbúgving. Tók prógv í 1902 og varð árið eftir settur í lærarastarv við Tórshavnar kommunuskúla. Um somu tíð fór hann eisini at undirvísa á læraraskúlanum í Havn, serliga í tekning, sangi og tónleiki.

Urguleikari í Havnar kirkju var hann eisini. Tók í 1908 prógv sum urguleikari í Keypmannahavn. Waagstein skipaði, sum tann fyrsti her á landi, fyri kórsangi í kirkju og í skúla, og framførslurnar vóru sera nógvar.

Eftirtíðin minnist óivað Jógvan Waagstein best sum tann gávuríka tónasmiðin. Hann smíðaði løg til sálmar, fosturlandssangir og aðrar yrkingar, sum eru vorðin fólkaogn. Í Songbók Føroya Fólks eigur Waagstein løgini til nógvar sangir, eitt nú hesar: Havið sang yvir mær vøgguljóð; Vár við lýggjum vindi; Nú nemur náttin við smærur; Kúrir tú lítli songurfuglur mín; Tíðin rennur sum streymur í á.

Umframt hetta – og annað, vit ikki hava fingið nevnt – hevði Waagstein stóran áhuga fyri myndlist. Hann fór út í náttúruna og leitaði upp myndevni við fríum útsýni. Í mongum av málningum sínum lýsir Waagstein tað føroyska landslagið, sum eingin annar áður hevði gjørt.

Runnin úr góðari rót vaks Waagstein upp í einum góðum og tryggum heimi í Klaksvík. Móðirin, Maria Frederikka, f. Olsen, var ættað av Toftanesi í Leirvík, og eftir hana sigst hann hava arvað lista- og serliga musikalsku gávur sínar.

Faðirin, Samuel Michael Joensen, var úr Gerðum í Klaksvík. Hann tók í 1872 læraraprógv í Havn og varð sama árið settur í lærarastarv í Klaksvík. Hetta starv røkti hann við lív og sál. Sagt verður, at hann skilti ungdómin og tørv hansara sjaldsama væl.

Men lønin var vánalig, so Samuel Michael mátti umframt læraragerningin rógva út og velta dúgliga. Sum bygdin vaks, kravdist meira og meira av honum, men hann megnaði starv sítt í allar mátar væl tey 42 árini, hann lærdi skúlaungdómin. Deknur í kirkjuni var hann umframt.