Lítil eldur á Vaðhorn á Strondum
Tað varð skjótt sløkt sigur løgreglan
Áki Bertholdsen
31. mai 2024 kl. 07:45
Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var kyknaður upp á virkinum hjá Vaðhorn á Strondum.
Sløkkiliðið varð boðsent og tey fingu skjótt tamarhald á støðuni. Løgreglan sigur, at eldur var komin í eina slangu til eina gassfløsku, sum varð brúkt í sambandi við okkurt arbeiði.
Tey vita ikki akkurát, hvussu eldur kom í, men sløkkiliðið køldi fløskuna og so varð eldurin sløktur. Eldurin var so lítil, at tað var ikki nevnivert av skaða.