Lítið fólk í býnum - og tey vóru friðarlig

Men tað er ein afturvendandi trupulleiki, at fólk ikki fáa sovið fyri unglingum á prutli

Áki Bertholdsen
2. november 2024 kl. 09:15

Tað hevur verið lítið av fólki í býnum í nátt, sigur løgreglan. Kortini var tað ein maður, sum ikki var grannhavandi, so hann fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Annars varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning og ein fekk bót, og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.

Men løgreglan sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at fólk fáa ikki náttarfrið fyri unglingum á prutli. Og aftur í gjár varð ein unglingi tikin á prutli í Klaksvík.

Talan var um eitt stórt prutl, sum hevur loyvi at koyra 45. Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tað, er 16 ár, men førarin á hesum prutlinum var yngri enn tað - og sostatt hevði hann heldur ikki koyrikort.

Løgreglan sigur, at hann átti ikki prutlið sjálvur og tí fær eigarin eisini bót fyri at hava lænt honum prutlið, hóast hann ikki hevði koyrikort.