Lítið flogfar dottið niður í Svøríki – fleiri deyð

Løgreglan í Örebro upplýsir, at “fleiri” eru deyð, eftir at eitt lítið flogfar við níggju fólkum umborð er dottið niður

Sigurjón Einarsson
9. juli 2021 kl. 07:50

Svenska løgreglan boðaði í gjárkvøldið frá, at eitt lítið flogfar var dottið niður í Örebro í Svøríki. Fleiri fólk eru deyð, sigur svenska løgreglan.

Tað skrivar danska TV 2.

Umborð í flogfarinum var ein flogskipari og átta fallskíggjaleyparar. Vanlukkan hendi beint við flogvøllin í Örebro.

Løgreglan hevur enn ikki sagt nágreiniliga, hvussu nógv eru deyð í flogvanlukkuni.

Enn er óvist, hví vanlukkan hendi, skrivar Expressen. Flogfarið hevur møguliga fingið trupulleikar, tá tað fór á flog og datt niður nakrar hundrað metrar frá flogvøllinum í Örebro.

Eldur kom í flogfarið, men eldurin varð sløktur av bjargingartænastuni á flogvøllinum.

Aftonbladet og sjónvarpsstøðirnar SvT og TV4 greiða frá, at minst tvey fólk eru flutt á sjúkrahús.