Lítið av svartkalva av fáa

Magnus Heinason hevur verið á svartkalvatúri

Bryndis Hjartardóttir
16. juni 2020 kl. 14:05

Tað er minni at fáa av svartkalva í ár, enn undanfarnu árini vísa kanningarnar frá svarkalvatúrinum hjá Magnusi Heinason. Ein av orsøkunum kann vera hitin í sjónum, skrivar havstovan á heimasíðuni.

Kanningar av svartkalva á føroysku leiðunum hava verið gjørdar hvørt ár síðani 1995. Kanningin hesufer er av útbreiðsluni av svartkalva í kantinum á føroyska landgrunninum.  

Í ár var minni at fáa enn undanfarin ár. Troldýpið liggur ímillum 400 og 500 metrar og har er hitin um 1-2 hitastig. Hetta er hiti sum svartkalvin trívist best í, skrivar havstovan. Hitin á sjónum var í summum førum heitari enn vanligt og hetta kann vera ein av orsøkunum til at so lítið var at fáa.

Meðal veiðan var 65 kilo um tíman. Hetta er helvtina minni enn meðalveiðan undanfarnu árini, sum var 117 kilo um tíman.

109 magar vóru kannaðir, harav vóru 91 svartkalvamagar. Teir vísa at høvuðsføðin hjá svartkalvanum var svartkjaftur.

 



Svartkalvi árini 1995-2020. Vanrætta linjan vísir miðalveiðuna hesi árini. Mynd: Havstovan